50 ár sum sjúkrasystrar
Landssjúkrahúsið hevði forkunnuga vitjan fríggjadagin í síðstu viku, tá sjúkrasystrar, sum blivu lidnar við sína útbúgving fyri júst 50 árum síðani, løgdu leiðina framvið.
Av teimum 12 sjúkrasystrunum, sum vórðu lidnar við útbúgvingina í 1975, vitjaðu sjey teirra Landssjúkrahúsið fríggjadagin. Hesar vóru (frá vinstru til høgru á fyrstu myndini) Kirstin Bech Petersen, Begga Ellingsgaard, Anna av Rana, Svenhild Haraldsen, Tove Thomsen, Ása Nørspang og Mirjam Carlsen.
Nógv er broytt á Landssjúkrahúsinum seinastu 50 árini, og tað bæði sást og hoyrdist, at sjúkrasystrarnar vóru ovfarnar, tá Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund, vísti teimum nýggja stásiliga H-bygningin.
Nógvar søgur vóru um hvussu var at starvast á ymsu deildunum, sum nú húsast ella fara at húsast í H-bygninginum. Serliga ovfarnar vóru tær av góðu og rúmligu umstøðunum, sum verða á føðideildini, tá hendan verður tikin í brúk . Eisini mintist tær aftur á læknar, sjúkrasystrar og onnur, sum fundarhølini í H-bygninginum eru uppkallaði eftir, umframt onnur navnfram fólk, sum hava sett sín dám á tíðina tær starvaðust á Landssjúkrahúsinum.
Tað er eingin ivi um, at hesar hava eitt gott samanhald, eisini 50 ár eftir at tær vóru lidnar við sína útbúgving. Eftir at hava notið kaffi, te og føstulávintsbollar, sum køkurin fjálgaði við eftir rundvísingina í glæsiliga bygninginum, gekk leiðin á gistingarhús, har tær skuldi njóta ein góðan bita, gott selskap og yvirnátta.
Svart/gráa myndin er úr bókini “Frá diakonissuni til sjúkrasystrina” eftir Wanju Petersen. Her sæst felagsmynd frá próvhandanini frá Sjúkrasystraskúla Føroya í 1975.
Standandi frá vinstru á myndin: Ann Hovland, Cecilia Eliasen, Jórun Olsen, Sólvá Patursson (lærarinna), Poula Poulsen (lærarinna), Bergljót Ihlen (lærarinna), Kirstin Bech, Bergfríð (Begga) Nielsen. Sitandi frá vinstru: Mirjam Hansen, Tove Thomsen, Ása Patursson, Tordur Niclasen, Svenhild Rasmussen, Anna Absalonsen og Sigrun Lützen.
Landssjúkrahúsið takkar fyri fínu vitjanina.