14 Sjúkraflutningstænastan 14

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum, góðkendum viðgerðum (ambulancebehandler) ella atstøðingum (ambulanceassistent).

  • Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur á Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum fevna um Streymoy, Eysturoy og Vágar. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði. 

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
  • ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðar sosialar / menniskjligar eginleikar 
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

Dentur verður lagdur á

  • menniskjaligar eginleikar
  • megnar at umstilla seg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • koyrikort til bólk C ella D
  • koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • fyltur 21 ár
  • reina revsiváttan
  • góða heilsu og fysik
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag 
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 3 mánaðar.

Um tey, ið sett verða í fast størv, ikki hava koyrikort til bólk C ella D, skal hettar vera fari í holt við innan roynadartíðin er úti.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan við. Ein fysisk roynd, sum skal klárast, er partur av setanartilgongdini. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 8 í 2025.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234601, teldupost: barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, teldupost: gunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er 7. februar 2025

Vinarliga søk starvið her. 

 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós