Ls Bygningr

Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum

Ergo- og fysioterapideildin søkir eftir ergoterapeuti til eitt barsilsfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,875 (35 tímar) til setan frá 01.03.2025 - 28.02.2026.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Uppgávunar hjá ergoterapeutunum er at screena sjúklingar fyri dysfagi, kanna og endurvenja apoplexi/ neurologiskar sjúklingar, heimavitjanir, at ráðgeva um hjálpartól, veita endurvenjing aftaná arm/hond frakturar og skurðviðgerðir, at kanna og byrja endurvenjingar til sjúklingar á barnadeildini og endurvenjing til krabbameinssjúklingar.

Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.

Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er týðandi, at tú fylgir væl við hvat rørir seg á økinum.

Um deildina
28 starvsfólk úr 5 ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 5 eru ergoterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu gransking. 

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.

Krav: 

·         Góðkenda útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur

Dentur verður lagdur á: 

·         At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
·         At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
·         At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
·         At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
·         At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
.         At tú fylgir við nýggjastu menning á økinum.

Vit bjóða:

Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 25.01.2025.
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her. 

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós