Skipanarumsitari til Landssjúkrahúsið
Eitt nýtt og fjølbroytt starv á KT-deildini á Landssjúkrahúsinum er tøkt. Talan er um eitt starv har tú saman við øðrum fært ábyrgd fyri skipanum í Sjúkrahúsverkinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu.
Toymið, ið tú verður partur av hevur til uppgávu at tryggja, at skipanirnar hjá sjúkrahúsverkinum virka optimalt og altíð eru tøkar.
Uppgávurnar, ið toymið tekur sær av eru m.a.:
- Rakstri, viðlíkahald og menning av KT skipanum í sjúkrahúsverkinum
- Viðlíkahald av integratiónum millum skipanir,
- Feilfinna uppá skipanir, og verða við at gera rættingar, ella at samskifta við veitarar um tað,
- Skjalafesting av skipanum og framleiðing av mannagongdum,
- Loysa fyrifallandi uppgávur umvegis KT-skivuna,
- Stuðla "1st level", m.a. at hjálpa til í KT-skivuni,
- Samskifta við tænastuveitarar.
Persónligir eginleikar
Tað er umráðandi at tú hevur eitt positivt lyndið, og ein virkin liðleikari á KT-Deildini. Starvið krevur at tú hevur góð analytisk evni og dugur væl at feilfinna, og at tú megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir. Av tí at talan er um nógv samskifti við veitarar er umráðandi, at tú dugir at samskifta á enskum.
Vit ímynda okkum at tú hevur eina viðkomandi útbúgving, viðkomandi certifiseringar ella starvsroyndir frá líknandi starvi.
Um KT-Deildina á Landssjúkrahúsinum
KT-Deildini á landssjúkrahúsinum er ein sera fjølbroytt deild. Uppgávurnar hjá deildini fevna um at viðlíkahalda og reka skipanir í serliga verða brúktar í teimum trimun sjúkrahúsunum, men eisini í eitt nú eldraøkinum og hjá kommunulæknum. Á KT-Deildini raðfesta vit at starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleika at menna seg. Á deildini starvast ídag 9 starvsfólk, ið øll eru góð at stuðla hvørjum øðrum í arbeiðinum.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, tlf. 234689.
Umsóknarfreistin er 17.01.2025
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.