Leiðandi fysioterapeutur til tíðaravmarkað starv í Ergo- og fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir leiðandi fysioterapeuti til tíðaravmarkað starv í Ergo- og Fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Starvið verður sett skjótast møguligt og til 30.06.2025. Starvið er við setanarbroti 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.
Um okkum
Vit eru eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús og taka imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Í Ergo- og Fysioterapiini starvast umframt leiðandi fysioterapeutin trýggir fysioterapeutar, ein ergoterapeutur og ein heilsurøktari.
Vit veita viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum, og ambulant virksemi eftir ávísing frá kommunulækna. Sjúklingarnir umfata bæði børn og vaksin.
Um starvið
Sum leiðandi fysioterapeutur hevur tú ábyrgd og dagligu leiðsluna av Ergo- og Fysioterapiini, her ímillum eisini starvsfólkaábyrgdina.
Harumframt eru aðrar leiðsluuppgávur og leiðandi fysioterapeuturin er partur av leiðslutoyminum á sjúkrahúsinum.
Leiðandi fysioterapeuturin er eisini partur av viðgerðartoyminum í Ergo- og Fysioterapiini.
Vit ynskja at tú
• hevur áhuga fyri leiðslu
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni, góð samskiftisevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt við at organisera og strukturera
• tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
• tekur samábyrgd av at skapa góðan trivna á deildini
• ert útbúgvin fysioterapeutur og hevur danska autorisatión
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic.
• Leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki eitt krav.
Vit bjóða
• ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• ávirkan á egnan arbeiðsdag
• mennandi uppgávur, har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á teldupost gunnbjorg@ssh.fo ella tlf. 343300.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 31. Januar 2025.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.