Skrivstovufólk til Felagsgoymsluna
Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum søkir eftir dugnaligum skrivstovufólki til áhugavert og sjálvstøðugt starv. Talan er um fast fulltíðarstarv, við starvsbyrjan 01.03.2025, ella eftir avtalu.
Á felagsgoymsluni umsita vit allar nýtsluvørur til føroyska heilsuverkið, stovnar og borgarar.
Um starvið
Tú fert at hava uppgávur í sambandi við handfaring og kontering av fakturum, innkeyp og bílegging av vørum til Sjúkrahúsverkið, umframt veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landi. Harumframt er bæði skrivligt og munnligt samskifti við okkara viðskiftafólk.
Komandi tíðina fer virksemi hjá Felagsgoymsluni at flyta í nýggja H-bygningin. Í sambandi við flytingina í nýggju hølini, verður nógv av núverandi arbeiðsuppgávum umskipað og nýggjar arbeiðs- og mannagongdir skulu setast í verk. Tú fert, saman við øðrum starvsfólkum í Felagsgoymsluni, at vera við til at gera hesar mannagongdir.
Fyrstu tíðina fert tú at vera partur av samskipanini at flyta virksemi hjá Felagsgoymsluni í H-bygningin, har bæði nýggj sterilgoymsla og vørulyfta verður partur av nýggju arbeiðsgongdini. Dagliga virksemi á Goymsluni heldur fram meðan flutt verður. Títt arbeiðspláss verður tí í núverandi Felagsgoymsluni á Eirargarði, og síðani í H-bygninginum. Tú mást tí tola broytingar í bæði starvi og starvsinnihaldi.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Avgreiðsla av debitorrokningum
- Avgreiðsla af kreditorfakturum
- Kontering av fakturum
- Innkeyp
- Príseftirlit
- Avgreiðsla av fyrispurningum umvegis bæði telefon og teldupostum
- Avgreiðsla og samskifti við uttanhýsis viðskiftafólk og starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum
- Aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur á Felagsgoymsluni
- Leggja til rættis og samskipa ymiskar uppgávur
Førleikar
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir ella útbúgving innan skrivstovuøkið. Viðkomandi arbeiðsroyndir kunnu eisini vera ein fyrimunur.
Fyri at trívast og eydnast í hesum starvinum skalt tú harumframt:
- Hava góð samstarvs- og samskiftisevni, har tú dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum
- Duga at arbeiða skipað og halda ásettar tíðarfreistir
- Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum
- Vera álítandi og fyrikomandi
- Harafturat er tað er ein treyt, at tú hevur góðar KT førleikar. Vit nýta skipanina Microsoft Dynamics AX, og er tað ynskiligt, men ikki eitt krav, um tú dugir at brúka hesa skipanina
Um okkum
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum, og har tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum. Syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til deildarleiðaran á Felagsgoymsluni Bjarna Hentze Samuelsen, teldupost bjasa@ls.fo ella á telefon 234595.
Umsóknarfreistin er tann 22.01.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.