Vegleiðing í sambandi við fosturtøku
Eftir at tú hevur fingið fosturtøku og fingið eina útskravan, er vanligt við løttum eymleika í undirlívinum og blóðugum floti í einar 10 dagar.
Í hesum tíðarskeiði er vandin fyri undirlívsbruna øktur. Tí eigur dentur at vera lagdur á reinføri. Um møguleiki er til tess, mæla vit til, at tú skolar tær í neðra nakrar ferðir dagliga.
Meðan tú bløðir verður frárátt at:
- brúka tamponir
- fara í bað
- hava samlegu
- svimja.
Set teg í samband við lækna:
- um tú bløðir sum menstruatión ella meir
- um tú fært undirlívspínu
- um tú fært fepur.
Tú fært eggloysn um 14 dagar, so møguleiki er fyri at gerast við barn longu áðrenn næstu menstruatión, sum annars kemur um umleið ein mánað.