12 Psykiatriinvaksin 3

Sálarlig viðgerð til fólk við menningartarni

Vit veita serstaka viðgerð av sálarsjúku hjá vaksnum við menningartarni.

Ávísing krevst frá kommunulækna, serlækna ella lækna á umboðandi seingjareind.
Hvør kann ávísast til viðgerð: Fólk yvir 18 ár við menningartarni og sálarsjúku.

Tilboðið kann antin vera sum ambulant viðtala á Psykiatriska deplinum, stovnsvitjan og heimavitjan.

Viðgerð av psykiatriskari sjúku hjá vaksnum við menningartarni, sum umfatar:

  • Útgreining
  • Einstaklingasamrøður
  • Uppfylging av heilvágsviðgerð
  • Tvørfakligt samstarv við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós