Landssjúkrahúsið

EMG-kanning

EMG er stytting fyri elektromyografi.
 
Endamálið við kanningini er at kanna hvussu vøddar og nervar virka.

EMG-kanningin er partur av neurofysiologiini, sum er sergrein undir neurologiini, ið nýtir ymiskar elektriskar mátingarhættir at finna útav, um sjúka er í heilanum, mønuni, nervum ella vøddum.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Áðrenn kanningina er tað týdningarmikið at tú:

  • ikki nýtir krem ella húðarsmyrsl á armar ella bein á kanningardegnum, av tí at tað ger kanningina torførari og úrslitið verri
  • boðar deildini frá, um tú hevur pacemakara og upplýsir, hvat slag tað er
  • um tú tekur Mestinon, ikki tekur heilivágin á kanningardegnum. Tekur tú annan heilivág, skalt tú taka hendan sum vant.
Undir kanning

Endamálið við kanningini er at kanna hvussu vøddar og nervar virka. EMG-kanningin verður ofta gjørd saman við Nervaferðkanningini

Tú liggur á eini legu og fær tunnar nálir, elektrodur, í vøddarnar, ið skulu kannast. Tú liggur meðan kanningin fer fram, og tað er umráðandi, at tú hvílir.

Ein serlækni í neurofysiologi ger kanningina og metir síðani um úrslitið. Kanningin tekur 1-2 tímar.

Eftir kanning

Nálirnar og streymstoytirnir kunnu kennast ódámlig, men kanningin er óskaðilig.

Samband

Deild

Neurologiska ambulatoriið
Útistova - Bláa ambulatoriið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Jan Rasmussen , Depilsleiðari, yvirlækni
Bjarki á Rogvi-Hansen , yvirlækni og toymisleiðari
Eva M. Holm , deildarleiðari

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós