21 Rannsóknarstovananalysa 55

Blóðroyndir

Tú kanst taka blóðroynd á øllum sjúkrahúsunum uttan at bíleggja tíð frammanundan, men ynskir tú hinvegin at tryggja tær eina ávísa tíð, kanst tú gera hetta við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Bílegg tíð til blóðroynd á Landsjúkrahúsinum her.

Bílegg tíð til blóðroynd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi her.

Til ber ikki at bíleggja tíð til blóðroynd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Blóðroyndir verða tiknar gerandisdagar kl. 8.00 - 13.00.

Ávísing til blóðroynd fæst hjá kommunulækna, sjúkrahúslækna ella serlækna. Úrslitini uppá blóðroyndirnar fáast einans við at venda sær til læknan.

Vilt tú gerast blóðgevi?
Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 2.200 blóðgevar skrásettir. Hetta er umleið 4½ prosent av føroyingum. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.200 ferðir um árið.

Les um hvussu tú kanst gerast blóðgevi her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós