Væleydnað Steno-ráðstevna um brúkarainnliman

Sum Steno Miðstøð og sum heilsustarvsfólk arbeiða vit fyri at geva fólki við diabetes og øðrum hormonsjúkum bestu viðgerðina og stuðulin at liva væl við kroniskari sjúku. Men hvussu innlima vit best fólk við diabetes og øðrum hormonsjúkum i teirra egnu viðgerðargongd og organisatoriskt í Sjúkrahúsverkið? Hvussu kunnu tey luttaka í heilsugranskingini á ein gevandi og virðismiklan hátt?

Hetta vóru spurningarnir, ið heili 130 luttakarar frá øllum sjey Stenomiðstøðunum og Novo Nordisk Fonden, saman við persónum, ið hava diabetes, hava skift orð um á ráðstevnuni.

Steno Miðstøðin varð umboðað við tveimum framløgum á ráðstevnuni; eina um hvussu tað er at arbeiða við brúkarainnliman í einum lítlum samfelagi sum okkara, og eina um serligt genfrábrigdi, ið er knýtt at stoffskiftissjúku, uttan tó at úrslita í sjúku.

Filmurin “En brugerberetning”, ið varð framleiddur til ráðstevnuna, er samrøða við Guðrið, ið ein av mongu føroyingunum, sum liva við diabetes. Trýst á myndina fyri at hyggja at filminum.

StenoDK bleiv sett á stovn í 2018, við tí endamáli at skapa eitt forum at deila vitan og menna tað kliniska arbeiðið og granskingina tvørtur um Stenomiðstøðir í Danmark, samstarvsfelagar og Novo Nordisk Fonden.

Steno Miðstøðin í Føroyum, ið lat upp 1. januar 2023, gjørdist partur av hesum netverkið í fjør, ið eisini fevnir um Stenomiðstøðina í Grønlandi.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós