21 Rannsóknarstovananalysa 33

Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba dagførd

Frá 1. mai verður fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba víðkað til aldurin 23 - 64 ár, og fylgir sostatt ”tilmæli 17 í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar":

”At samlaði aldursbólkurin, sum fær bjóðað screening fyri lívmóðurhálskrabba, í samsvari við donsku vegleiðingina, verður víðkaður frá 25-64 ár til 23-64 ár. Samstundis verður mælt til, at bólkurin 23-29 ár fær bjóðað cytologi-screening triðja hvørt ár, meðan bólkurin 30-64 ár fær bjóðað HPV-screening fimta hvørt ár”.

Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba er til kvinnur í aldrinum 23-64 ár:

  • 23-29 ár fáa innbjóðing til fyribyrgjandi kanning fyri límóðurhálskrabba 3. hvørt ár (Cytologi).
  • 30-64 ár fáa innbjóðing til fyribyrgjandi kanning fyri límóðurhálskrabba 5. hvørt ár (HPV).

Les um kanningina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós