Kvinnur, sum ikki búgva í Føroyum
Sjúkrahúsverkið fær javnan fyrispurningar, um hvørjar treytirnar eru, um ein kvinna, sum ikki hevur bústað í Føroyum, ynskir at eiga í Føroyum.
Tá talan er um planlagda føðing í Føroyum, eru hesar reglur galdandi.
Hvør hevur rætt til at eiga ókeypis á Landssjúkrahúsinum?
Sjúkrahúsverkið veitir tænastur sambært Sjúkrahúslógini, har tað í §5, stk. 1 er ásett, at tað eru “persónar, ið búgva her í landinum”, sum hava rætt til ókeypis viðgerð.
Í §5, stk. 2, er tað ásett at, “Persónar, sum flyta til Føroya úr útlandinum, hava ikki rætt til ókeypis viðgerð fyrr enn seks vikur eftir, at teir eru fluttir”.
Og í §5, stk. 3, er tað ásett at, “Persónar, sum flyta til Føroya úr Danmark ella Grønlandi, hava tó rætt til ta í stk. 1 umrøddu ókeypis viðgerð beinanvegin.”
Hetta merkir, at um ein kvinna flytir til Føroyar úr Danmark ella Grønlandi, hevur hon rætt til ókeypis viðgerð og innlegging á Landssjúkrahúsinum frá flytingardagfestingini.
Um ein kvinna flytir til Føroya úr einum øðrum landi, skal hon hava havt bústað í Føroyum í minsta lagi seks vikur, áðrenn hon eigur, fyri at hava rætt til ókeypis viðgerð og innlegging á Landssjúkrahúsinum.
Tá lógin sigur, at man skal vera fluttur, merkir tað, at man skal vera skrásettur í Landsfólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum.
Um tú ella makin ert lesandi uttalands, les meira her.
Gjald fyri føðing
Tá talan er um planlagda føðing í Føroyum, og kvinnan ikki hevur bústað í Føroyum, skal hon gjalda fyri viðgerð og innlegging.
Kostnaðurin fyri barnsburð á Landssjúkrahúsinum varierar, alt eftir hvussu føðingin gongur, og hvørjar heilsutænastur mamma og barn fáa í sambandi við føðingina.
Um kvinnan skal til ljósmóðir, lækna og annað undan føðingini, skal hon eisini rinda fyri hesar tænastur.
Tá talan er um óvæntaða føðing, t.d. langt áðrenn termin, verður tað roknað sum bráðfeingis, og tá eru serligar reglur fyri bráðfeingis sjúku ella skaða galdandi.