Alt um ADHD
Hevur tú lyndi til at bíða við keðiligu tingunum? Verður tú kropsliga illa við, tá tú verður biðin, um at seta teg í ein stól og lurta? Og er (sam)skipan eitt tað besta tú veit, men eitt tað ringasta hjá tær at útinna? So hevði tað verið eitt gott hugskot at lisið víðari her.
Styttingin ADHD stendur fyri ’Attention Deficit Hyperactivity Disorder’, og er órógv í teimum pørtum í heilanum, sum stýra tínum uppmerksemi, virkni og bráðlyndi.
Tú kennir møguliga til tað at tosa, áðrenn tú hugsar? Tú hevur kanska eisini eina ørgrynnu av knappligum innskotum í heilanum, sum tú barasta noyðist at reagera uppá? Tað er púra vanligt, tá tú hevur ADHD.
Tú hevur ikki skyldina
Um tú hevur ADHD, so hevur tú eina lægri nøgd av atlátsevnunum ’dopamin’ og ’noradrenalin’. Hesi bæði evnini ávirka evnið hjá heilanum at síggja samanhangin í gerðum, skapa yvirlit og gera tað lættari at hava tamarhald á sínum kenslum. Tískil er tað ikki tú, sum hevur skyldina.
Nógv uppliva til tíðir trupulleikar við at hugasavna seg, sum kann gera tað nærum ótolandi at greiða eina keðiliga skyldu úr hondum. Um talan er um okkurt áhugavert, er hugsavningin tó eingin avbjóðing - tvørturímóti. Tað kann vera ein ítróttagrein, støddfrøði ella ein góð bók, ið kveikir títt uppmerksemi, og tá kanst tú skjótt gloyma teg burtur. Møguliga kanst tú eisini hyperfokusera í fleiri tímar uttan trupulleikar.
Trý sløg av ADHD
Tað eru trý sløg av ADHD. Tú kanst hava:
- ADHD – við ráðandi hyperaktiviteti og bráðlyndi
- ADHD – við ráðandi órógvi í uppmerksemi (eisini nevnt ADD)
- ADHD – blandað slag við órógvi í uppmerksemi saman við hyperaktiveti og bráðlyndi.
Uttan mun til slag av ADHD, so er altíð hjálp at fáa. Tosa tí við læknan, um tú hevur varhugan av ADHD. Um tú longu kennir tína diagnosu, kanst tú tosa við tín viðgera um viðgerð.
Eyðkenni við ADHD
Alt eftir hvat slag av ADHD talan er um, kanst tú uppliva ymisk eyðkenni, sum eru knýtt at ADHD. Tað sum flestu sløgini tó hava til felags er:
- Tvørleikar við uppmerksemi og hugsavningini
- Bráðlyndi og hyperaktivitetur
- Ein kensla av ófriði í sinninum
- Kenslan av ikki at eydnast ella at vera nóg góð/ur
- Bjartskygni viðvíkjandi tíðini
- Ein støðug kensla av strongd
- Kenslan av ikki at hoyra til
Um tín stórsta avbjóðing er uppmerksemi, er tað eisini vanligt at uppliva, at:
- Tað er ringt at savna seg
- Tú letur teg lættliga ørkymla
- Tað er ringt at varðveita hugsavningina, tá tað snýr seg um keðilig ting
- Tú missir ofta okkurt burtur
- Tú ert gloymskur
- Tað er trupult at skipa og skapa yvirlit
Um tín fremsta avbjóðing er bráðlyndi og hyperaktivitetur, kann tað merkja, at tú:
- Hevur ringt við at hava tamarhald á innskotum og huga
- Hevur hug at siga og gera okkurt beinanvegin
- Hevur tað trupult við at sita í friði
- Ofta hevur ófrið á tær
- Hevur ringt við at slappa av
- Tosar og ger áðrenn tú hugsar
- Tosar nógv og brýtur ofta onnur av
Viðgerð av ADHD
Nøkur uppliva, at eyðkennini við ADHD verða minni við árunum, men hjá á leið 50% halda hesi eyðkenni fram alt lívið. ADHD kann ikki lekjast, men við røttu viðgerð kunnu sjúkueyðkennini linnast so mikið, at tað verður lættari at handfara gerandisdagin og liva eitt at kalla vanligt lív.
ADHD diagnosu - skal eg flenna ella gráta?
Tað kann vera bæði ein lætti og ein sorg at fáa diagnosuna ADHD. Tú kennir tað møguliga órættvíst, at tú skuldi halda so nógva pínu út sum barn og kanska eisini sum vaksin? Kanska hevur tú eisini fingið diagnosur sum angist og strongd og hevur verið sjúkrameldað/ur óteljandi ferðir, sum tú møguliga hevði sloppið undan, um tú kendi hesa diagnosu. Hinvegin kann diagnosan eisini vera ein lætti og geva tær eina kenslu av, at tingini endiliga koma í rættlag.
Heilivágsviðgerð
Við diagnosuni ADHD latast fleiri nýggjar hurðar upp – nýggir møguleikar til hjálp og viðgerð. Ein av hesum er heilivágur. Hvat merkir tað at vera í medisinskari viðgerð fyri ADHD? Kann heilivágurin broyta persónleikan? Skal heilivágur takast alt lívið? Og eru nøkur hjáárin? Ein rúgva av tonkum og spurningum eru heftir at avgerðini um at fara í holt við heilivágsviðgerð fyri ADHD. Tað er ikki einanst tú, sum stríðist við hesum. Tað er ein týdningarmikil avgerð. Tú kanst hoyra nógv meira um at fara í heilivágsviðgerð her.
ADHD heilivágur broytir ikki tín persónleika, og tekur heldur ikki burtur tær avbjóðingar, ein kann hava av sínum ADHD kjarnueyðkennum. Ein kann betra um sína hugsavnan og lætta um at savna seg, um eina uppgávu í senn. Nógv uppliva eisini, at tað verður lættari at steingja úti óljóð og ávirkan uttanífra eins og at skapa yvirlit í gerandisdegnum.
Hjá mongum lættir heilivágurin um hyperaktivitet og bráðlyndi. Tín viðgeri kunnar teg um, hvat heilivágurin kann gera fyri teg, umframt hvørji hjáárin kunnu vísa seg. Hareftir kanst tú gera av, um tú vilt royna heilivágin.
Hvat kann eg vænta?
Um tú hevur ADHD, er nøgdin av atlátsevnunum ’dopamin’ og ’noradrenalin’ í heilanum skerd. Við ADHD hevur heilin ikki røttu nøgdina av hesum báðum atlátsevnum. Hesi atlátsevni eru við til at stýra hugsavnan (eisini um keðiligar uppgávur), tá ætlanir skulu gerast og at hava tamarhald á sínum kenslum.
Heilivágur til ADHD hjálpir heilanum at gagnnýta bæði atlátsevnini við at vaksa um nøgdina av teimum. Tað er eisini málið, at tú skalt kenna á tær, at tú hevur lættari við at hugsavna teg og ikki er líka bráðhugsin og hyperaktivur, sum áðrenn tú byrjaði at taka heilivág.
Um tú heldur, at heilivágurin ikki minkar um tíni sjúkueyðkenni, eigur tú at tosa við tín viðgera, so tit kunnu rætta skamtin ella royna annað slag av heilivági.
Hvør heilivágur riggar best til mín?
Mest vanliga slagið av heilivági verður nevnt ’sentralstimulerandi heilivágur’. Hann riggar stutt eftir, at hann verður tikin, men skal tó í summum førum takast fleiri ferðir dagliga fyri at halda ávirkanina við líka. Um ávirkanin ikki er nøktandi, ella um hjáárin vísa seg, verður vanliga skift til annað slag av heilivági.
Summi sløg av heilivági rigga skjótt, meðan onnur krevja tolsemi, tí at ávirkanin ikki vísir seg fyrr enn nakrar vikur eftir, at tey verða tikin. Tó rigga tey sløgini alt samdøgrið, og skulu bar atakast eina ferð um samdøgrið. Tey verða nevnd ’samdøgursheilivágur’.
Eyðkenni
Tað eru ikki øll við ADHD, ið uppliva somu eyðkenni. Eyðkenni, sum kunnu vera ein avbjóðing í gerandisdegnum hjá onkrum, eru møguliga als eingin trupulleiki hjá øðrum. Um tú t.d. hevur lyndi til at gloyma, skalt tú kanska umhugsa heilivág, sum tú bert skal taka eina ferð um dagin.
Tað er ikki vist frammanundan, at tín núverandi viðgerð er tann rætta fyri teg alt lívið. Tað at skifta starv, fáa ein maka ella verða foreldur kann hava ávirkan á tíni eyðkenni við ADHD og møguliga eisini tín tørv á heilivági.
Fái eg hjáárin?
Allur heilivágur kann hava hjáárin við sær – eisini heilivágur fyri ADHD. Av tí at allar viðgerðir eru ymiskar, veldst tað um teg, heilivágin og nøgdina. Til tíðir er tað neyðugt at royna ymisk sløg av heilivági, fyri at finna rætta slagið til tín, sum gevur bestu úrslit.
Serkend hjáárin, sum ein kann uppliva, eru:
- Svøvntrupulleikar
- Ringur matarlystur
- Búkilska
- Pulsur og blóðtrýst hækka lætt
- At hava svimbul
- Høvuðpína
- Turrur munnur
- At lætna í vekt
Flestu hjáárin við heilivági fyri ADHD, koma vanliga bara fyri í byrjanini av viðgerðini, men ringur matarlystur kann tó halda á. Um tú upplivir nógv hjáárin, er tað umráðandi, at tú tosar við tín viðgera, so tit saman kunnu finna røttu loysnina fyri teg. Blóðtrýst og pulsur skulu kannast regluliga. Tað kann gerast heima eftir avtalu við tín viðgera.
Kvinna við ADHD ella ADD
Sum kvinna við ADHD ella ADD kanst tú uppliva, at títt ADHD gerst verri, tá tú hevur menstruatión ella er komin í skiftisárini. Tað kann vera strævið hjá bæði tær og tínum næstingum, tí at ein ikki kennir seg, sum seg sjálva. Í stundum, sum hesum, er tað eitt gott hugskot við eyka umsorgan. Minst til at ørkymlan, og tínar kenslur annars eru púra vanligar.
Soleiðis verður diagnosan staðfest
Hevur tú leingi havt varhugan av ADHD ella ADD, ella hava næstingar sipað til tað? So ert tú kanska forvitin at hoyra, hvussu tað verður avgjørt, um talan er um ADHD ella ei.
Um tú hevur varhugan av ADHD ella ADD, skalt tú fyrst seta teg í samband við tín lækna, sum kann vísa til Psykiatriska depilin. Ver tolin tí bíðitíðin kann verða long. Meðan tú bíðar eftir, at tín varhugi av ADHD ella ADD verður váttaður ella avsannaður, kanst tú lesa meira um ADHD her og brúka hjálparamboð, til at gera gerandisdagin lættari.
Fyrsta viðtalan
Tað er ikki óvanligt at vera nervøsur ella sindur spentur, áðrenn ein fer til fyrstu viðtaluna. Tað er tó onki at stúra um, tí endamálið við fyrstu viðtaluni er veruliga bara at læra teg betri at kenna og at hoyra, hví tú ert komin. Áðrenn fyrsta prátið, er tað eitt gott hugskot at hugsa um hetta:
- Hvar koma mínar størstu avbjóðingar til sjóndar í gerandisdegnum?
- Var nógv stríð í mínum barndómi?
- Hvussu hevði eg tað við at ganga í skúla?
- Er nakað í mínum lívi, sum eg ikki megni (t.d. at røkja ávísar uppgávur ella skyldur)?
Tað er ikki eitt einfalt úrslit, ið ásetir diagnosuna. Og tað kann vera trupult at gera av, um talan er um ADHD. Tí er tað heldur ikki óvanligt, at nógv við ADHD fáa diagnosur sum angist, strongd ella tunglyndi. Ein meting verður gjørd við tínum eyðkennum og dagligu avbjóðingum sum fyritreyt. Ein diagnosa verður ofta avgjørd frammanundan, og tí kann ein onnur diagnosa gera vart við seg saman við óviðgjørdum ADHD ella ADD.
DIVA samrøða
Vanliga biður tín viðgeri teg um at svara einum serligum spurnablaði, sum verður nevnt ’DIVA’. Tað er eitt samrøðuamboð til at avgera sjúku, sum verður brúkt til at meta, um vaksin hava ADHD. Her skalt tú m.a. svara á hvørjum stigi, tú:
- Hevur ringt við at varðveita uppmerksemi til uppgávur
- Ert óansin og hevur lyndi til at vera gáloysin
- Ikki lurtar tá onnur tosa við teg
- Hevur ringt við at fáa skil á uppgávur
- Missir ognarlutir burtur
- Gloymir okkurt týdningarmikið
- Hevur óró í sinninum, og hevur ringt við at hava hendur og føtur í friði.
Tínar metingar geva sálarfrøðinginum ella læknanum eina ábending um talan møguliga er um ADHD. Aftaná eina samrøðu um upplivingar í barndóminum og dagligar avbjóðingar, ber helst til at vátta ella avsanna eina diagnosu. Hjá nógvum er hent at hava ein avvarðandi við sær til fyrstu viðtaluna, sum kann hjálpa við at minnast serstakar hendingar í barndóminum, sum tú ikki minnist. Tú upplivir møguliga, at tit hava hvør sína fatan av tínum barndómi og trivnaði.
Tá diagnosan er avgjørd
Hjá summum er diagnosan ein lætti, sum gevur dirvi til at fara í holt við gerandisdagin. Hjá øðrum kann tað vera ein tung sorg og eitt merki, tey helst høvdu vilja verið fyriuttan. Sama hvussu tú hevur tað við tína diagnosu, er vert at minnast, at tú ert tann sami, sum áðrenn tú fekk diagnosuna. Nú hevur tú bara fingið eina frágreiðing um, hví alt onkuntíð kennist óvanliga trupult. Og nú veitst tú, at tað ikki er sjálvgjørt.
Tað er nú ein tíð fyri framman, har tú skalt góðtaka tína nýggju diagnosu og læra at klára teg við henni. Og tað kann taka tíð. Tú ert tíbetur ikki eina um tað, og saman við tínum viðgerða gera tit av, hvør besta viðgerðin fyri teg er.
Tey flestu fara í holt við psykoedukatión, sum snýr seg um at geva tær eina greiðari fatan um ADHD, so tað er lættari at skilja og handfara sítt ADHD, umframt tað, sum verður nevnt kognitiv atburðarviðgerð. Kognitiv atburðarviðgerð leggur dent á samanhangin millum tínar tankar, kenslur og kropslig aftursvar, umframt hvussu ein ber seg at. Síðan kanst tú saman við tínum viðgera gera av, um tú skalt fara í heilivágsviðgerð.
Undirvísing um ADHD
1. Partur: Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni greiðir í hesum fyrsta partinum frá, hvat ADHD er, frá søguni, um treytirnar fyri at fáa staðfest ADHD, útgreining og um viðgerðina.
2. Partur: Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni greiðir her frá um uppmerksemi og ADHD, um Hyperaktivitet, Impulsivitet, "at koma til" at gera ymiskt, um neiligar fylgir av ADHD, hýrisbroytingar, svøvntrupuleikar, og at fáa staðfest ADHD seint í lívinum.
3. Partur: Í triðja parti kemur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni, inn á orsøkirnar til ADHD, hvørjar avbjóðingar og diagnosur ofta eru knýttar at. Eisini verður komið inn á hvørjar avleiðingar eru av ADHD og framtíðarútlit við ADHD.
4. Partur: Anna Vilhelmsen, neuropsykologur á Psykiatriska deplinum, greiðir her frá um hvussu okkara tankavirksemi er uppbygt, hvat ADHD stendur fyri, hvat er tað ein kann stríðast við (ísfjallið), um svøvn, um ymisk sløg av uppmerksemi, og um førleikar sum til dømis at koma í gongd við eina uppgávu.
5. Partur: Anna Vilhelmsen, neuropsykologur á Psykiatriska deplinum, tosar um at lata fornuftina stýra okkara atferð, um kenslurnar, stress, krøv, um at passa inn í umhvørvið, óndu ringrásina við kognitivum avbjóðingum, um lágt sjálvsvirði og gevur góð ráð til tey við uppmerksemistrupuleikum, við minninum, innlæring og kensluni at hava gloymt okkurt. Komið verður eisini inn á appir og hjálpitól.
6. Partur: Anna Vilhelmsen, neuropsykologur á Psykiatriska deplinum, kemur her inn appir og hvussu ein kann innstilla fartelefonina til ikki at órógva, men eisini at brúka alarmar til áminning, um eksekutivar førleikar, góðar svøvnvanar og gevur góð ráð til avvarðandi og tann sum hevur ADHD. At enda verður víst til góðar leinkjur og keldur til ADHD upplýsing.
7. Partur: Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, greiðir her frá um hvussu ADHD heilivágur ávirkar heilan, um tveir høvuðsbólkar av heilivági, hvussu tað er at fáa eitt annað slag av heilivági, tí prísmunur er og um at gerast bundin av heilivági.
8. Partur: Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, kemur í hesum áttinda og seinasta partinum nærri inn á sløgini av heilivági, um meginstimbrandi og ikki meginstimbrandi heilivág og um hvat hetta inniheldur. Komið verður inn á Methylphenidat, Lisdexamfetamin (Elvanse), Dexamfetamin, Atomoxetin (Strattera), Guanfacib (Intuniv) og hjáárin av heilivági.
Upptøkurnar vórðu gjørdar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum á heysti í 2022