12 Psykiatriinvaksin 5

Alt um ADD

Kennir tú teg aftur í fleiri kenniligum sjúkueyðkennum við ADHD, hóast tú lættliga kann sita í friði og sjáldan órógvar onnur? Vart tú dagdroymandi næmingurin í skúlanum, sum ofta hvarv í tínum egna tankameldri? So skalt tú kanska lesa víðari her. ADD stendur fyri ’Attention Deficit Disorder’.

ADD er í grundini eitt gamalt heiti, sum nú alment er avlagt, men enn verður brúkt uttan fyrilit. Heitið verður brúkt um slagið av ADHD, har talan serliga ella bara er um órógv í uppmerksemi. ADD hevur sostatt ikki bókstavin H, sum stendur fyri ’hyperaktivitet’ (ovurvirkni). Tað merkir, at tað er ringt at koma í gongd við uppgávur og/ella taka stig til ymisk virksemi ella gerðir. Helst orsakað av lægri orku enn vanligt, hava fólk við ADD ringt við at varðveita orku í tí, sum tey gera. Tí verður ADD eisini nevnt 'friðarliga slagið av ADHD'. Á yrkismáli verður ’hypo-aktiv’ brúkt, sum er tað øvuta av at vera ’hyperaktivur’.

Hvat hevur ADD við sær?

Hjá mongum kemur ADD til sjóndar, sum ófriður í sinninum, friðloysi ella orkutrot, ið ikki vísir seg við fyrsta eygnabrá. Nógv fólk við ADD hava havt avbjóðingar longu frá barnaárum, tá tey kendu seg øðrvísi enn hini, uttan at vita rættiliga hví.

Tað er heldur ikki óvanligt at ein hevur verið lagdur undir at vera latur, smæðin, innanhokin ella so mikið sum óvitigur. Um tú kennir hesar ákærur aftur, ert tú avgjørt ikki eina um tað. Og tað merkir, at fleiri stríðast við lágt sjálvvirði langt inn í vaksnamannaárini. Tí eru eisini nógv, ið ganga leingi við óstaðfestum ADD, áðrenn tey verða sjúkugreinað.

Hvørji eykenni eru við ADD?

Um tú hevur ADD, er tað líkt til, at tað er ringt hjá tær at koma í gongd við uppgávur, hugsavna teg í longri tíð, og tú hevur ofta lægri orku enn vanligt. Ymisk eyðkenni við ADD kunnu upplivast, millum annað kann tað vera:

  • Torført at hugsavna seg og savna seg um eitt ting í senn.
  • Dagdroyma og at vera fjarhugaður.  
  • At hava lyndi til at vera óansin og ikki fáa smálutir við. Hinvegin kann tað hjá øðrum koma til sjóndar, sum ein óvanlig stór trongd til at hugsavna seg fyri staklutum. 
  • Trupult at leggja ætlanir og at skipa gerandisdagin.
  • Hava ilt við at fara í holt við ella fullfíggja uppgávur ella skyldur.
  • Hava lyndi til at missa týdningarmiklar ognarlutir vekk eitt nú lyklar.  
  • At gloyma og at hava trupulleikar við at steingja úti óljóð og kunning uttanífrá.  
Hvussu verður ADD viðgjørt?

Hóast ADHD og ADD eru tvær ymiskar diagnosur, so er viðgerðin at kalla eins. Hon snýr seg nevniliga um kognitiva terapi, sinnislæru/psykoedukatión og í summum førum heilivág. Tað kann tykjast ringt at fáast við til tíðir, men tað ber meira enn so til at liva eitt gott lív við ADD. Tað snýr seg bara um at kenna sínar avmarkingar, og gera tað so lætt sum gjørligt fyri seg sjálva/n. Les meira um viðgerð fyri ADD og ADHD her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós