Suðuroyar Sjúkrahús

Venjing og endurvenjing til børn og ung

Fysiurgiska deild bjóðar screening, kanning og venjing til børn og ung við ymsikum diagnosum eitt nú Cerebral paresu, cancer, downs syndrom, autismu o.s.fr.

Hetta er einamest sanasastimbrandi og fysiskar venjingar.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulækni sendir ávísing til fysiurgisku deild. Vit ringja og geva tygum og barninum eina tíð til viðtalu.Vit byrja við eini anamnesu har tit siga frá støðu barnsins. Terapeutarnir gera sínar kanningar og eftirfylgjandi hava vit eitt prát um støðuna og kanningar okkara.

Undir viðgerð

Ergoterapeutur og fysioterapeutur standa fyri fyrstu viðtalu. Er barni undir 18 ár eru foreldur hjástødd. Vit viðmæla at ung sum koma til fyrstu viðtalu á fysiurgisku deild hava eitt foreldur ella avvarandi við sær.Vit samstarva við stovnar sum skúlar, ansingarstovnar og barnavernd um hetta er neyðugt. Alt er í samtykki og trúnaði við foreldur og ella avvarandi. Tá vit byrja venjing, varar hendan í 3-6 mánaðir.

Eftir viðgerð

Tá venjingarnar eru at enda komnar er tað av stórum týdningi at foreldur syrgja fyri at barni heldur áfram við heimavenjingum. Vit kunnu samstarva við skúlar um ein ávísan aktivitet ella geva góð ráð viðvíkjandi støðuni hjá barninum ella ungdóminum. Hetta kann vera í mun til kropsligt órógv, plasering í flokkinum ella annað relevant. Vit ringja til tykkum og spyrja hvussu støðan er eftir 3 mánaðir. Er støðan ikki batna koma foreldur aftur til viðtalu og vit skulu møguliga rætta ávísingina til annan stovn til nærmari útgreinan.

Uppfylging

Gongdina fylgja vit við eini samtalu eftir at venjingarnar á fysiurgisku deild eru endaðar.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós