Klaksvíkar Sjúkrahús

Venjing í vatni

Heiti hylurin er 34-37 hitastig og er tískil væl egnaður til at minka um pínu, økja um smidleika og styrkja kroppin.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tú fært eina tíð frá Ergo- og fysioterapiini. Tú skalt hava egin svimjiklæðir við. Handklæði og sápa fæst frá okkum. Fysioterapeutur tekur ímóti tær.

Undir viðgerð

Venjingin inniber venjingar í heita hylinum. Heilsustarvsfólk vegleiðir í venjingunum. Hetta er styrkjandi og mobiliserandi venjingar, sum skulu gerast í hylinum 2 ferðir um vikuna í 3 mánaðir.

Eftir viðgerð

Eftir at venjingartíðin er endað, verður tú avsluttað/ur. Hevur tú tørv á framhaldandi venjingum, er neyðugt við nýggjari ávísing frá kommunulæknanum.

Uppfylging

Eingin uppfylging er av viðgerðini. Tú ert tó vælkomin at ringja til okkara við spurningum um venjingarnar, ávísing, bíðitíð ella annað.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, stovuhædd

Leiðandi starvsfólk

Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðari
benadicta@ks.fo
Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós