Útgreining og viðgerð fyri svøvnkøvu
Tekin um svøvnkøvu:
-
Óreglulig snorkan, ofta við steðgum í andingini og óskiljandi møði um dagin
-
Tú vaknar um náttina við kenslu av at vera um at kvalast, tú sveittar, hevur tørv á at lata vatnið, hjartabankan og marrudreymar.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Kommunulækni ella serlækni sendir ávísing til svøvnkøvuambulatoriið á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Sjúklingurin verður innkallaður til útgreining við CRM-tóli. Sjúklingurin skal sova við útgerðini heima í eina nátt, og tólið skal berast aftur dagin eftir.
Sjúklingurin fær boð um úrslitini av kanningin og verður síðani innkallaður fyri at fáa vegleiðing í nýtslu av C-pap tóli, sum sjúklingurin framyvir skal sova við um náttina.
Undir viðgerð
Sjúklingurin fær C-pap tól at sova við um náttina og svøvnurin við tólinum skal vera meira enn 4 tímar og helst 7 tímar hvørja nátt fyri at fáa besta úrslit av viðgerðini.
Tað týdningarmesta er at venja seg við viðgerðina, og hetta kann taka tíð.
Eftir viðgerð
Viðgerðin er lívlong. Er ovurfiti orsøkin til svøvnkøvuna, er møguleiki fyri at sleppa av við tólið, um ein lætnar.
Uppfylging
Eftirkanning verður framd umleið 6 vikur aftaná, at sjúklingurin er byrjað/ur við C-pap tóli.
Síðani verða eftirkanningarnar gjørdar við 1 – 1½ ára millumbili.
Viðgerðin verður skipað umvegis telemedisin, sum ger tað gjørligt at fjarlesa viðgerðina, so tað ikki er neyðugt at møta upp til hvørja eftirkanning.
Svøvnkøvuambulatoriið hevur telefontíð tríggjar dagar um vikuna, har til ber at ringja við spurningum ella trupulleikum við útgerðini.
Samband
Deild
SvøvnkøvuambulatoriiðHent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.