Skurðviðgerð fyri stutt penisband
Skurðviðgerð fyri stutt penisband er ein vanlig ambulant skurðviðgerð, sum verður gjørd við lokalari doyving.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Reinføri er umráðandi undan skurðviðgerð, og tí verður mælt til, at tú vaskar tær væl heimanífrá.
Neyðugt kann vera at taka pínustillandi heilivág. Tí verður rátt til at hava panodil at taka eftir skurðviðgerðina.
Tekur tú blóðtynnandi heilivág, verður tú biðin um at seta seg í samband við læknaskrivaran hjá urologinum.
Undir viðgerð
Lokaldoyvingin ger, at tú ikki merkir stórvegis pínu.
Sjúkrarøktarfrøðingur vaskar økið og leggur eitt sterilt klæði rundan um.
Skurðviðgerðin tekur vanliga umleið 20 min.
Verjandi bind verður lagt á penis eftir skurðviðgerðina. Hetta merkir, at penis verður festur upp ímóti búkinum við strammari forbinding. Hendan umbinding skal sita á, til sjúklingurin skal lata vatnið fyrstu ferð eftir skurðviðgerðina.
Eftir viðgerð
Sárið verður seymað við sjálvupploysiligum tráði, og eru hesir ikki horvnir eftir 14 døgum, skalt tú venda tær til kommunulæknan. Eru tráðirnir til ampa, ber til at smyrja vaseline á sárið.
Vanligt er, at penis kann hovna og gerast mislittur, men hetta lagar seg eftir fyrstu vikuna.
Halt sárið reint. Skola við lunkaðum vatni dagliga fyrstu vikuna.
Fyri at fyribyrgja bruna skal sjúklingurin ikki fara í bað og svimjihyl fyrstu 2 vikurnar.
Við tekin um bruna (roði, hevilsi, pína og fepur yvir 38 stig) verður rátt til at fara til lækna.
Rátt verður frá at hava samlegu fyrstu 3 vikurnar.
Vanliga verður tú ikki sjúkrameldaður eftir skurðviðgerðina, men mælt verður til bert at hava lættan fysiskan aktivitet fyrstu vikuna.
Uppfylging
Oftast er ikki neyðugt við uppfylging.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Agnete Vestergaardagnete@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.