Klaksvíkar Sjúkrahús

Prostatakanning

Við hesi kanning sæst hvussu stórur prostata er, og um prostata er størri enn vanligt. Um so er, ber til at kanna um møgulig illkynjað sjúka er í prostata.

Kanningin verður framd við at koyra ein tummilfingratjúkkan skannara inn í gjøgnum endatarmsopningin. Gjøgnum skannaran ber til at taka vevnaðarroyndir við eini tunnari nál. 

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Um tú tekur blóðtynnandi heilivág, er neyðugt at halda ein steðg við hesum í nakrar dagar undan kanningini. 

Um tú skalt taka vevnaðarroyndir, skalt tú undan skanningini taka fyribyrgjandi heilivág móti bruna, sum tú fært útflýggjað á ambulatoriinum. Tú skal taka 1 tablett av Ciproxin á 500 mg undan kanningini og 1 tablett sama kvøld. Dagin eftir kanningina skalt tú taka eina tablett um morgunin og eina um kvøldið.

Um tú ikki tolir antibotika, er neyðugt, at tú kunnar læknan um hetta.

Undir kanning

Tú liggur á vinstru síðu, meðan skanningin verður framd.
Skanningin tekur umleið 10 minuttir. Hon kann taka eitt sindur longri, um læknin ger av eisini at taka vevnaðarroyndir.

Eftir kanning

Fyrstu dagarnar eftir skanningina er ikki óvanligt, at blóð er í landi og skarni. Eisini kanst tú hava brúnlitta sáðvætu, sum kann vara í nakrar mánaðir. Um tú fært fepur ella bløðir illa, skalt tú seta teg í samband við urologiska ambulatoriið. Aftaná klokkan 16 gerandisdagar og leygardagar og sunnudagar skal tú seta teg í samband við læknavaktina á tlf. 1870.

Uppfylging

Serlæknin tosar við teg um úrslitið av kanningini.
Um vevnaðarroyndir verða tiknar, fært tú eina tíð aftur í ambulatorinum 2-3 vikur seinni til svar og sjúkuavgerð.

Samband

Deild

Urologiskt ambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, 2. hædd

Leiðandi starvsfólk

Anna Maria Dahl
annam@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós