Pínuviðgerð á Pínuklinikkini - medisinskt modul
Medisinskt modul er ambulant samrøða við lækna eftir tørvi, har tit saman eftirmeta, hvussu heilivágurin riggar.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tá tú ert skrásett/ur, og læknin hevur ávíst teg til víðari kanning og viðgerð á Pínuklinikkini, fært tú eina innkalling til forkanning, har tú hittir alt toymið.
Spurt verður um tína støðu, títt pínumynstur og heilivág, sum tú møguliga hevur roynt.
Áðrenn tú kemur til forkanning, verður tú biðin um at fylla út eitt oyðublað við tínum persónligu upplýsingum.
Undir viðgerð
Tú verður innkallað/ur til ambulanta samrøðu við lækna eftir tørvi, har tit saman eftirmeta, hvussu heilivágurin riggar. Um neyðugt, ger læknin broytingar í heilivágnum, sum kann betra um tína pínuviðgerð.
Ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur samband við teg, meðan tú trappar upp ella niður í heilivágnum.
Eftir viðgerð
Tá heilivágsviðgerðin riggar eftir ætlan, hevur tú tørv á færri læknaviðtalum. Í staðin heldur sjúkrarøktarfrøðingurin samband við teg umleið 3. hvønn mánað.
Uppfylging
Samrøðan við sjúkrarøktarfrøðingin er uppfylging, har læknin kann gera broytingar í viðgerðini um neyðugt. Eisini vera ambulantar læknaviðtalur umleið tvær ferðir um árið.
Samband
Deild
Pínuklinikkin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Theodor Høgagarð , yvirlækni Rannvá Johannesenranjo@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.