Suðuroyar Sjúkrahús

Pinkubarnasvimjing og frálæra í fyrstuhjálp

Ergo- og fysioterapiin bjóðar heitan hyl til pinkubørn og fylgjara. 8 vikur eftir føðing sendir kommunulækni ávísing til Ergo- og fysioterapiina. Tíðarskeiðið er 6 vikur.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Barnið skal hava eina tættsitandi svimjiblæu. Fylgjarin hevur síni egnu svimjiklæði. Skiftiborð, baðikar, sápa og handklæði fæst í Ergo- og fysioterapiini.

Undir viðgerð

Tað er umráðandi at skapa tryggar karmar fyri pinkubarnið og fylgjaran. Tískil byrja og enda allir svimjitímarnir á sama hátt.

Venjingarnar eru ymiskar, men høvuðsendamálið við venjingunum er at læra ymiskar teknikkir og tøk í hylinum til frama fyri motorisku menningina hjá pinkubarninum. 

Fylgjarin fær eisini frálæru í fyrstuhjálp til pinkubarnið frá paramedisinara. Endamálið er, at fylgjarin skal gerast tryggur við at fara svimjihyl við barni sínum.

Eftir viðgerð

Eftir seks vikur er frálæran í svimjihylinum komin at enda. Vit taka samanum og práta um týdningin av at vera í vatni, og hvussu væl pinkubarnið mennist og fær eitt øðrvísi motoriskt upplivilsi.

Uppfylging

Mælt verður til, at fylgjararnir halda fram við svimjingini eftir at tíðarskeiðið  á Suðuroyar sjúkrahúsi er liðugt.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós