Mammografiscrenning - útgreinandi kanningar
Tú hevur júst verið til mammografiscreening, og ynskiligt er at gera nærri kanningar. Talan er um eina kliniska kanning og eina ultraljóð skanning av bróstunum/armholunum. Møguliga verða eisini eyka røntgenmynd/ir tiknar. Er neyðugt at taka eina vevnaðarroynd, verður hetta gjørt á kanningardegnum. Tú ert vælkomin at hava avvarðandi við.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Heilivágur
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vant.
Við barn ella gevur bróst
Um tú ert kvinna og ert, ella ivast um tú ert við barn, boða okkum frá í góðari tíð, tí tað kann ávirka hvussu/hvør kanning verður gjørd. Gevur tú bróst, er týdningarmikið, at tú tømir bróstini væl innan kanningina.
Myndagóðska
Við atliti til myndagóðskuna, starvsfólki og arbeiðsorkuna er týdningarmikið, at tú:
- ikki nýtur krem, deodorant, luktilsi og talkum á kanningardegnum.
- møtir í góðari tíð, so tú ert klár, tá ið tú eigur at sleppa framat. Tað kann vera trupult at finna p-pláss við Landssjúkrahúsið.
- boðar okkum frá, um serlig viðurskifti eru. Tað kann t.d. vera, um tú:
- gongur til kontrol fyri bróstkrabba
- nýtir koyristól
- ber menningartarn ella ert likamliga skerd
Undir kanning
Eyka myndir
Um eyka mynd/ir skulu takast, verður hetta gjørt sum tað fyrsta.
Klinisk kanning og ultraljóð
Tú kemur inn á eina aðra stovu til eina kliniska kanning og ultraljóðskanning. Ein brósta røntgenlækni hyggur fyrst eftir myndunum. Læknin merkir síðani bróstið/bróstini og armholurnar, og gelé verður koyrt á, har læknin skannar. Les meir um ultraljóðskanning her.
Vevnaðarroynd
Í fall at okkurt illgrunasamt verður funnið, taka vit eina vevnaðarroynd (biopsi), sum síðani verður send til Ríkissjúkrahúsið at greinast. Les meir um at taka eina vevnaðarroynd her.
Kanningin tekur umleið ½-1 tíma, alt eftir um ein vevnaðarroynd skal takast ella ikki.
Eftir kanning
Brósta røntgenlæknin kann sum oftast geva tær fyribils svar uppá kanningina beinanvegin, men um vevnaðarroynd er tikin, fært tú eina innkalling frá bróstambulatoriinum B3 til eina samrøðu. Tú fært eitt kunningarskriv við tær heim.
Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Leiðandi starvsfólk
Lisa FrederiksbergLisa.Frederiksberg@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.