Mammomat
Landssjúkrahúsið

Mammografiscreening

Screening merkir kanning av borgarum, har endamálið er fyribyrging ella skjót staðfesting av sjúku, og harvið mildari viðgerð. Mammografi er ein røntgenkanning av bróstunum.

Eina viku um mánaðin ger Røntgendeildin mammografiscreening av kvinnum í aldursbólkinum 50-69 ár. Kanningin verður endurtikin annaðhvørt ár, og tá fært tú nýggja innkalling. Kanningin er eitt tilboð, og tú kanst til eina og hvørja tíð melda teg úr screeningini, og melda teg til aftur seinni.

Vit heita á teg, um at boða okkum frá, um tú ikki vilt taka av tilboðnum, so vit kunnu gagnnýta allar tíðir og arbeiðsorku.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Heilivágur
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vant.

Við atliti til myndagóðskuna, starvsfólki og arbeiðsorkuna er týdningarmikið, at tú:

  • ikki nýtur krem, deodorant, luktilsi og talkum á kanningardegnum.

  • møtir í góðari tíð, so tú ert klár, tá ið tú eigur at sleppa framat. Tað kann vera trupult at finna p-pláss við Landssjúkrahúsið.

  • boðar okkum frá, um serlig viðurskifti eru. Tað kann t.d. vera, um tú:
    • gongur til kontrol fyri bróstkrabba
    • nýtir koyristól
    • ber menningartarn ella er likamliga skerd.
Undir kanning

Tveir radiografar taka røntgenmyndirnar av bróstunum. Tú stendur uppi undir kanningini, uttan so at tú ert koyristólsbrúkari.

Bróstið verður kleimt saman millum tvær plátur, meðan myndirnar verða tiknar. Hetta tekur bert nøkur sekund, og síðan sleppur plátan aftur. Vanliga verða 2 myndir tiknar av hvørjum brósti, men tað kann tó koma fyri, at fleiri myndir skulu takast. Kanningin tekur umleið 10 min. tilsamans, og eftir hetta fert tú heim.

Eftir kanning

Teir flestu knyklarnir kunnu finnast við mammografiscreening, men tað eru tó nakrir knyklar, sum síggjast betur við ultraljóði ella kennast uttaná bróstinum. Tí mæla vit til, at tú kannar teg sjálva ímillum screeningarnar, sí faldara um at kanna síni bróst her.

Merkir tú nakrar broytingar í bróstunum, er ikki nøktandi við mammografiscreening, t.v.s. bert røntgenmyndatøku. Í slíkum føri skalt tú fara til tín kommunulækna og fáa  eina ávísing til eina kliniska mammografi. Tá verður tú kannað við mammografi og ultraljóði, umframt at ein bróstarøntgenlækni ger eina kliniska kanning av bróstunum.

Uppfylging

Uttan mun til hvat kanningin vísir, skalt tú hava eitt svar. Svarið fært tú í MínBoks, ella sum vanligt bræv. Hevur tú einki hoyrt innan 4 vikur, skalt tú seta teg í samband við Røntgendeildina á tlf: 30 47 20.

Er alt normalt, fært tú nýggja innkalling eftir 2 árum.

Sæst okkurt, sum skal kannast meira gjølla, verður tú innkallað til víðari kanningar. Tað nýtist ikki at vera tí, at nakað illkynjað er funnið. Nógvar kvinnur hava ófarligar broytingar í bróstinum, sum kunnu verða truplar at skilja frá illkynjaðum knyklum. Í slíkum førum er neyðugt við útgreinandi kanningum. Les meira her <-LINK INN HER. 

Kvinnur, ið verða innafturkallaðar, fáa svar á Røntgendeildini á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg
Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós