Lungnaendurvenjing
Í Ergo- og fysioterapiini bjóða vit venjing til sjúklingar vid lungnasjúkum, serliga KOL. Saman vid einum fysioterapeuti leggja vit eina venjingargongd til rættis, sum vit fylgja í tríggjar mánaðir í Ergo- og fysioterapiini.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tú verður ávíst/ur av egnum kommunulækna til Ergo- og fysioterapiini. Ein læknafaklig meting skal gerast, áðrenn tú byrjar venjingina í Ergo- og fysioterapiini. Tú venur í bólki ella sum einstaklingur. Vit venja tvær ferðir um vikuna í 3 mánaðir.
Undir viðgerð
Tú møtir til ásetta tíð. Ein fysioterapeutur fylgir gongdini og stendur fyri venjingini. Vit byrja við eini orkuroynd, sum er ein gonguroynd á 6 minuttir. Her máta vit tín arbeiðspuls, sum gevur okkum eina mynd av tíni kropsligu støðu. Vit læra at brúka andadráttin, at brúka PEP venjing og geva frálæru í, hvat kropslig rørsla hevur at týða fyri tína lungnasjúku. Vit endurtaka gonguroyndina, tá tú endar venjingina hjá okkum.
Eftir viðgerð
Vit hava venjing í bólkum 2-3 ferðir árliga. Vit siga tær frá, tá venjingin byrjar aftur, og tú kanst taka støðu til, um hetta er nakað, tú ynskir at halda fram við. Tá venjingin byrjar aftur, byrja vit við virknisroyndum, so vit síggja, um tín kropsliga støða er batna.
Tú fært í boði at koma aftur til venjing um 3-4 mánaðir. Vit miða ímóti at fáa tygum inn at venja tvær ferðir árliga í tríggjar mánaðir. Tí er neyðugt at endurnýggja ávísingina frá kommunulæknanum. Øll fáa eina endurvenjingarætlan við heim, sum vit hava gjøgnumgingið gjølla.
Uppfylging
Tú verður innkallað/ur aftur til ambulanta venjing og virknisroyndir. Tú fært eini telefonboð, tá tíðin er komin til at byrja venjingina aftur. Vit byrja við eini 6 min. gonguroynd og samanbera við støðuna frammanundan. Hetta verður gjørt fyri at síggja og meta um tína kropsligu støðu, og um lungnafunktiónin er batnað.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.