Koloskopi
Koloskopi er ein kikarakanning av langanum. Læknin, sum ger kanningina, sær tarmrovuna og um broytingar eru. Ígjøgnum eina kanal í kikaranum, ber til at taka vevna frá til kanningar.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tað er umráðandi, at tarmurin er væl tømdur, so tarmrovan sæst so væl sum til ber. Tú skal keypa Picoprep, sum fæst í hondkeyp á Apotekinum og fylgja
vegleiðingini niðanfyri.
Beint undan kanningini verður eitt katetur lagt í eina æðr í arminum, so tað er
møguleiki at geva doyvandi og pínustillandi heilivág undir kanningini.
Tømingin ger, at tú fært diarré (kann virka innan 3 tímar). Tú kanst fáa vaml og høvuðpínu av tømingini.
Tveir dagar áðrenn kanningina skalt tú taka 2 tbl. dulcolax kl. 12.00 og
kl. 22.00. Tbl. finnur tú pakkað saman við Picoprep. Et ikki grovt breyð, ella frukt
við kjarnum, men annars vanligan kost. Drekk ríkiligt, 2-3 litrar um døgnið
(vatn, saft, juice, te og kaffi).
Dagin fyri kanningina, skalt tú ikki eta fasta føði, ella drekka
mjólkarúrdráttir. Tú kanst fáa tunnar vætur sum t.d. suppu uttan fyllu, saft/juice uttan fyllu, sodavatn, vatn, te og kaffi. Tað er av týdningi, at tú drekkur ríkiligt allan dagin, gjarna søtar vætur (ikki light/sukurfrítt). Er eisini galdandi fyri tey, ið hava
sukursjúku.
Kl 15.00
- Fyll eitt glas við køldum vatni
- Koyr annað brævið av Picoprep í
- Rør blandingina í 2-3 min. Tá tað ikki brúsar, er blandingin liðug.
Blandingin er ráhvít/óklár og gerst lunkað. Drekk hetta innan 15 min.
Tað er týdningarmikið at drekka ríkiligt, minst 1 litur, innan fáar tímar,
aftaná hvørt brævið av picoprep.
Kl 21.00
Blanda næsta brævið av Picoprep á sama hátt, sum kl 15.00, sí omanfyri. Drekk ríkiligt, eisini kanningardagin.
Kanningardagin
2 tímar undan kanningini skalt tú eta eina breyðflís, gjarna við páleggi og ein te/kaffimunn (ikki galdandi, um tú skal til gastroskopi sama dag, tá skalt tú fasta í 4 tímar áðrenn kanningina)
Heilivágur
Um tú tekur heilivág, skalt tú taka hetta sum vanligt. Tekur tú jarntablettir, skal tú gevast við hesum 4 dagar, áðrenn tú byrjar við úttømingini.
Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku ella tekur blóðtynnandi heilivág, skalt
tú seta teg í samband við okkum áðrenn kanningina.
Undir kanning
Ein slanga verður førd inn í baktarmin og upp í langan. Fyri at síggja tarmrovuna, verður luft blást inn í tarmin, meðan kanningin verður gjørd. Hetta kann spenna, trýsta og geva magapínu.
Eftir kanning
Tú kanst verða plágaður av luft í tarmunum restina av degnum.
Læknin kann beinanvegin siga tær, hvat hann hevur sæð.
Hevur tú fingið doyvandi heilivág, mást tú ikki koyra bil restina av degnum. Heilivágurin ger eisini, at tú møguliga ikki minnist alt frá kanningini.
Fært tú sterka magapínu, varnast blóð í opningi ella frískt blóð frá baktarminum, skal tú venda tær til skaðastovuna ella vaktlæknan.
Uppfylging
Er vevnaður tikin frá til kanningar, ganga 1-2 vikur til svarið er komið. Avtalað verður, hvussu tú fært svar.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Agnete Vestergaardagnete@ssh.fo
Samband
Deild
Seingjadeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Lisbet Jacobsenlisbet@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.