1 Skurðgenerelt 5
Suðuroyar Sjúkrahús

Kikarakanning av knæi

Kikarakanning av knæi

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Vanliga orsøkin til hesar skurðviðgerðir er illgruni um meniskliðbands- ella bróskskaða í knænum.

Undir kanning

Undir skurðviðgerðini verður knæliðurin kannaður gjøgnum trý smá hol í húðini. 
Skurðviðgerðin tekur oftast umleið 30 min. Eftir skurðviðgerðina er vanligt at seta lokaldoyving í knæið. Hon heldur sær í 6-8 tímar.

Eftir kanning

Eftir skurðin er ikki óvanligt, at knæið er hovið og eymt. Til ber at fáa høkjur at
ganga við í 4-7 dagar, um hetta er neyðugt. Trýstið minkar oftast eftir fyrstu vikuna, men kann standa við í upp til tríggjar mánaðir.

Pína
Tygum fáa pínustillandi heilivág heim við til teir fyrstu dagarnar. Viðhvørt verður resept útskrivað, annars kann hondkeypsheilivágur brúkast. T.d. ber til at taka 1 g av Panodil upp til 4 ferðir dagliga teir fyrstu dagarnar.

Bløðing
Skurðsárini eru ikki altíð seymað. Um so er, heldur er tað bert plástrið, ið heldur sárunum saman. Um tú gert ov nógv av teir fyrstu dagarnar, kunnu hesi fara at bløða. Skift bert ta ytru umbindingina. 5. dagin ber til at fara undir brúsu, ikki baðikar, og 
eftir hetta kunnu plástrini skiftast. Tá er vanliga ikki neyðugt við elastikkumbinding longur. Um sárini eru seymað, skulu penturnar takast 10. til 12. dagin hjá kommunulækna.

Fepur
Fært tú fepur, eigur tú at seta teg í samband við læknan.

Rørsla
Teir fyrstu dagarnar skalt tú taka tað heldur róligt, men tað er umráðandi, at tú boyggir og strekkir knæið sum vanligt. Minka um rørsluna, um knæið hovnar meira. Ligg við beininum høgt. Tú kanst leggja kalt umslag um. Til dømis kanst tú balla ein posa av frystum grønmeti í eitt handklæði og leggja tað á knæið og sita við hesum í 20-30 minuttir. Steðga í ein til tveir tímar, og legg so á aftur um neyðugt. Hetta kann eisini minka um pínu.

Venjingar
Ger hesar venjingar 5-6 ferðir um dagin. Venjingarnar styrkja vøddarnar rundan um knæið:
1. Vippa við tónum og øklinum.
2. Set teg niður og hav bæði beinini á gólvinum. Vippa við øklinum, so tærnar og  hælurin annaðhvørt eru uppi frá gólvinum. Her eru tað leggvøddarnir, sum verða nýttir.
3. Set teg niður og boygg og strekk knæið. Ger tær ómak at strekkja knæið heilt út.
4. Legg teg á ryggin og legg eitt rullað handklæði undir knæsbótina. Trýst so knæið
niður ímóti hesum. Hetta ger, at lærvøddin spennist.
Góðan arbeiðshug.

Sjúkramelding
Vanligt er, at ein verður sjúkraskrivaður í 1-2 vikur. Hevur tú tungt kropsligt arbeiði má roknast við longri sjúkramelding, møguliga 3-4 vikur.
Um trupulleikar stinga seg upp, ella ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós