Kikarakanning av knæi
Kikarakanning av knæi
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Vanliga orsøkin til hesar skurðviðgerðir er illgruni um meniskliðbands- ella bróskskaða í knænum.
Undir kanning
Undir skurðviðgerðini verður knæliðurin kannaður gjøgnum trý smá hol í húðini.
Skurðviðgerðin tekur oftast umleið 30 min. Eftir skurðviðgerðina er vanligt at seta lokaldoyving í knæið. Hon heldur sær í 6-8 tímar.
Eftir kanning
Eftir skurðin er ikki óvanligt, at knæið er hovið og eymt. Til ber at fáa høkjur at
ganga við í 4-7 dagar, um hetta er neyðugt. Trýstið minkar oftast eftir fyrstu vikuna, men kann standa við í upp til tríggjar mánaðir.
Pína
Tygum fáa pínustillandi heilivág heim við til teir fyrstu dagarnar. Viðhvørt verður resept útskrivað, annars kann hondkeypsheilivágur brúkast. T.d. ber til at taka 1 g av Panodil upp til 4 ferðir dagliga teir fyrstu dagarnar.
Bløðing
Skurðsárini eru ikki altíð seymað. Um so er, heldur er tað bert plástrið, ið heldur sárunum saman. Um tú gert ov nógv av teir fyrstu dagarnar, kunnu hesi fara at bløða. Skift bert ta ytru umbindingina. 5. dagin ber til at fara undir brúsu, ikki baðikar, og
eftir hetta kunnu plástrini skiftast. Tá er vanliga ikki neyðugt við elastikkumbinding longur. Um sárini eru seymað, skulu penturnar takast 10. til 12. dagin hjá kommunulækna.
Fepur
Fært tú fepur, eigur tú at seta teg í samband við læknan.
Rørsla
Teir fyrstu dagarnar skalt tú taka tað heldur róligt, men tað er umráðandi, at tú boyggir og strekkir knæið sum vanligt. Minka um rørsluna, um knæið hovnar meira. Ligg við beininum høgt. Tú kanst leggja kalt umslag um. Til dømis kanst tú balla ein posa av frystum grønmeti í eitt handklæði og leggja tað á knæið og sita við hesum í 20-30 minuttir. Steðga í ein til tveir tímar, og legg so á aftur um neyðugt. Hetta kann eisini minka um pínu.
Venjingar
Ger hesar venjingar 5-6 ferðir um dagin. Venjingarnar styrkja vøddarnar rundan um knæið:
1. Vippa við tónum og øklinum.
2. Set teg niður og hav bæði beinini á gólvinum. Vippa við øklinum, so tærnar og hælurin annaðhvørt eru uppi frá gólvinum. Her eru tað leggvøddarnir, sum verða nýttir.
3. Set teg niður og boygg og strekk knæið. Ger tær ómak at strekkja knæið heilt út.
4. Legg teg á ryggin og legg eitt rullað handklæði undir knæsbótina. Trýst so knæið
niður ímóti hesum. Hetta ger, at lærvøddin spennist.
Góðan arbeiðshug.
Sjúkramelding
Vanligt er, at ein verður sjúkraskrivaður í 1-2 vikur. Hevur tú tungt kropsligt arbeiði má roknast við longri sjúkramelding, møguliga 3-4 vikur.
Um trupulleikar stinga seg upp, ella ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Samband
Deild
Skurðambulatoriið á LandssjúkrahúsinumHædd 3, bygningur B
Leiðandi starvsfólk
Mildrid Rasmussardóttirmilra@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.