Suðuroyar Sjúkrahús

Endurvenjing til hjartasjúklingar

Sjúkrahúslækni sendir ávísing til Ergo- og fysioterapiina, eftir at tú ert innlagdur eftir skurðviðgerð.

Les faldara um endurvenjing her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Fysioterapeutur metir um støðuna, og útgangsstøði verður tikið í hesum og gongd verður sett á endurvenjingina.

Undir viðgerð

Endurvenjingin inniber, at tú fært eina PEP floytu fyri at seta gongd á andadráttin og at fáa andadráttin at samstarva við nýggju støðuna eftir skurðviðgerðina. Orsøkin er, at hjartasjúklingar hava serligt lyndi til at halda andráttinum afturi eftir eina skurðviðgerð. Hetta kemst av, at tað merkist í skurðinum, hvørja ferð tú dregur andan. Hetta hevur við sær, at andadrátturin ikki kemur niður í millumgólvið, sum er neyðugt fyri at ilta blóðið, og tískil kunnu sjúklingar koma til at samla slím í lungunum. Ofta er kraftin í hostanum ikki nøktandi fyri at sleppa av við slímið, og tískil geva vit viðgerð við PEP.

Eftir viðgerð

Við útskriving fært tú eina tíð til ambulanta venjing. Vit venja tvær ferðir um vikuna, og venjingin varar umleið 3-6 mánaðir. Um tørvur er á tí ber til at koma til venjing í Ergo- og fysioterapiini tvær ferðir árliga.

Uppfylging

Uppfylging fer fram í Ergo- og fysioterapiini.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós