Endurvenjing av knæi
Viðgerðin fevnir oftast um skurðviðgerð av krossbandi, meniski, ligamenti og slitgikt.
Les faldara um nýtt knæ - vegleiðing fyri, undir og og eftir innlegging her.
Les faldara um endurvenjing innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur her.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Eftir avtalu kemur fysioterapeutur á sjúkrahúsdeildina. Vit meta um støðuna og taka útgangsstøði í hesum, tá vit fara í holt við endurvenjingina.
Kemur tú til ambulanta venjing, skalt tú hava eina tíð frá Ergo- og fysioterapiini. Tá vit hava móttikið ávísing frá kommunulækna, fært tú eina tíð frá okkum.
Undir viðgerð
Fysioterapeutur kemur á deildina, og vit byrja spakuliga við mobilisering. Møguliga hevur tú tørv á høkjum ella øðrum hjálpartólum ella at gera venjingar, meðan tú liggur í songini.
Vit venja tvær ferðir um dagin, og vit ganga trappur fyrsta dag eftir skurðviðgerðina. Næsta dagin kemur tú í Ergo- og fysioterapiina at venja.
Er talan um ambulanta venjing, tekur ein fysioterapeutur ímóti tær í Ergo- og fysioterapiini. Vit gera eina sjúkrasøgu, har tú greiðir frá støðuni, og saman við kanningunum hjá fysioterapeutinum taka vit útgangsstøði í hesum og leggja eina ætlan fyri endurvenjingina.
Eftir viðgerð
Eftir útskrivan hevur tú fingið eina tíð til ambulanta venjing. Vit venja tvær ferðir um vikuna, og venjingin varar umleið 3-6 mánaðir.
Tá venjingartíðin er av eftir 3-6 mánaðir, fært tú eina venjingarskrá, sum vit gjøgnumganga saman. Hetta eru venjingar, sum tú skalt gera tríggjar ferðir um vikuna, til tú merkir, at styrki og smidleiki eru nøktandi.
Uppfylging
Tú fært í boði at seta teg í samband við okkum, um tú hevur okkurt ivamál. Hevur tú hjálpartól frá okkum, fært tú boð um at lata hesi inn aftur.
Vit arbeiða í tøttum samstarvi við ein ortopædkirurg. Hava vit ikki nátt okkara máli, verður skriv sent ortopædkirurginum, og tú fært tíð til nýggja viðtalu og nýggj støða verður tikin.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðaribenadicta@ks.fo Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.