Suðuroyar Sjúkrahús

El-terapi til viðgerð móti bruna

El-terapi inniber viðgerð av bruna í sinum og knæi, tennisalboga, golfalboga, pínu, lammilsi í andliti, ørmum og beinum, sár, arrvevnað, leking av beinbroti o.s.fr

El-terapi eru ljóðbylgjur, ið geva hita. Hitin fer inn í vevnaðin og arbeiðir við at økja um grøðing av bindivevnaðinum. Hetta er ein viðgerð  sum kann hjálpa móti pínu, bruna, lammilsi o.ø.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulækni sendir Ergo- og fysioterapiini eina ávísing. Tú greiðir viðgerðaranum frá tíni støðu, fysioterapeuturin og/ella ergoterapeuturin gera sínar kanningar, og útfrá hesum verður viðgerð og venjing løgd til rættis til tín.

Undir viðgerð

Viðgerðin við el-terapi tekur í mesta lagi 10-12 min. Umframt sjálva viðgerðina verður supplerað við venjingum, útspenning og vøddaviðgerð.

Eftir viðgerð

Vit leggja kinesiotape eftir viðgerðina við el-terapi. Kinesiotape kann vera sitandi í upp til 5 dagar. Hetta kann takast av, um tað er til ampa, og tú fært eitt nýtt til næstu viðgerð.

Uppfylging

Tá tú ert liðug/ur við viðgerðirnar og venjingarnar, fært út eina venjingarskrá útflýggjaða. Venjingin inniber 2-3 venjingar um vikuna fyri at halda ta góðu støðuna. Skuldi tað verið, at málið ikki verður rokkið, verður nýggj ætlan løgd í samráð við kommunulæknan.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós