CT skanning av langanum
Ein CT skanning er ein teldustýrd røntgenmyndatøka, har tað er møguligt at kanna ymiskir partar av kroppinum, sum t.d. langan. Ein CT skanning vísir gøgnini meira nágreiniligt enn ein vanlig røntgenmynd.
CT skanning av langanum verður vanliga gjørt, tá ið tað ikki er eydnast at gera eina fullfíggjaða kikarakanning.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tak blóðroynd áðrenn kanning
Okkum tørva eina blóðroynd av tínum se-kreatinini áðrenn kanningina. Hevur tú diabetes, skal blóðroyndin ikki vera eldri enn 1 viku. Hevur tú ikki diabetes, skal blóðroyndin ikki vera eldri enn 3 mánaðir. Set teg í samband við ávísandi lækna fyri at fáa blóðroyndarseðil útflýggjaðan.
Tak tín heilivág sum vanligt
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vanligt. Tekur tú jarntablettir, skalt tú gevast við hesum 4 dagar áðrenn tú byrjar uppá úttømingina.
Við barn og bróstageving
Boða okkum frá í góðari tíð um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvussu ella hvør kanning verður gjørd.
Nýt ikki metalprýði o.a
Áðrenn kanningina – og helst heimanifrá – skalt tú taka allir metallutir, sum t.d. metalprýði, ur, og piercingar av.
Úttøming
Tað er umráðandi at tú ert væl úttømd/ur áðrenn kanning. Tí skalt tú minst 2 gerandisdagar áðrenn kanningina, keypa Picoprepp pulvur, og Dulcolax tablettir, sum fæst í hondkeyp á Apotekinum, og fylgja vegleiðingini her -> Úttøming
Á KANNINGARDEGNUM
Drekk skuggaevni
Til kanningina skalt tú drekka skuggaevni (Omnipaque 350 mg/ml), sum skal heintast á Røntgendeildini áðrenn kanningardagin. Tú ert eisini vælkomin at møta á
Røntgendeildini 3 tímar áðrenn kanning, og drekka á deildini um ikki tilber at heinta skuggaevni áðrenn kanningardagin.
Blandingin er 1 litur av vatni og 50 ml av skuggaevni, og bert helvtin av blandingini skal drekkast, helst innan 5 minuttir. Restin skal beinast burtur í vanliga frárensli.
Undir kanning
Vit geva tær klæðir at fara í. Tú liggur á einari legu, sum flytir seg ígjøgnum CT skannarin, sum er formaður sum ein ringur, ið er opin í báðum endum. Meðan legan flytur seg, tekur skannarin myndir av kroppinum. Við atliti til myndagóðskuna, er tað týdningarmikið, at tú liggur still/ur, og ikki hevur nakað metal á tær.
Luft verður blást inn í langan
Eitt tunt plastik rør verður sett upp í endatarmin, og ein pumpa blæsur luft inn. Ein lítil ballón á endanum á plastrørinum tryggjar, at rørið ikki dettur úr tarminum, men tað er umráðandi, at tú eisini hjálpur til, at halda luftina inni. Pumpan mátar trýstið í langanum undir innblæsingini, og tað kann spenna og geva pínu í búkinum. Hetta forsvinnur tó, tá ið skanningin er liðug, og trýstið minkar aftur. Fyri at fáa eina væleydnaða kanning, er umráðandi at nokk av luft er í langanum. Ein skanning verður gjørd í rygglegu, og ein í búklegu.
Kanningin tekur umleið 1 tíma tilsamans.
Um tú skalt hava skuggaevni (kontrast)
Til nakrar kanningar er neyðugt at geva skuggaevni inn í æðrarnar. Skuggaevni er ein klár væta sum sæst á myndunum, og sum ger tað lættari hjá røntgenlæknunum at lesa myndirnar. Tú fært eitt lítið katetur (venflon) lagt í eina æðr við einari nál, og skuggaevnið verður sprænt inn undir skanningini. Tú kanst fáa kensluna av hita í øllum kroppinum, trongd til at lata vatnið og metal smakk í munnin. Hetta fer tó skjótt burtur aftur. Kateturið verður tikið úr, tá ið skanningin er liðug.
Eftir kanning
Um tú hevur fingið skuggaevni
Skuggaevni kann elva til ovurviðkvæmi, og tí skalt tú bíða í móttøkuni á Røntgendeildini í 30 minuttir eftir at tú hevur fingið skuggaevni. Ovurviðkvæmi kann m.a. vísa seg við útslett, kvalma, spýggju, trongd ella skriða í hálsinum. Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni á Røntgendeildini.
Drekk ríkiligt
Drekk nógva vætu restina av degnum t.d. vatn, saft ella juice – minst 2 litrar. Tá ið kroppurin fær nokk av vætu, hjálpur tú nýrunum at reinsa skuggaevnið úr kroppinum aftur. Eftir einum døgni er alt skuggaevni farið úr kroppinum við landinum, og hetta hvørki sæst ella merkist. Tú kanst verða plágaður av luft í tarmunum restina av degnum.
Vend tær til kommunulæknan ella læknavaktina
Fært tú sterka magapínu, varnast blóð í opningi ella frískt blóð frá baktarminum skal tú beinanvegin venda tær til tín kommunulækna og greiða frá tínari støðu, sum so kann ávísa teg til skaðastovuna. Er tað eftir uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf: 1870.
Uppfylging
Svar uppá kanningina verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.
Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Leiðandi starvsfólk
Lisa FrederiksbergLisa.Frederiksberg@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.