Barnakonukanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Barnakonur í Suðuroy ganga í viðgongutíðini til kanningar hjá ljósmøðrunum á Suðuroyar sjúkrahúsi.
SAMBAND
Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tá kommunulækni hevur staðfest, at kvinnan er við barn, skal hon biðja sær tíð til viðtalu hjá ljósmóður á tlf. 343300.
Telefontíð er týsdagar kl. 10.00-12.00.
Undir kanning
Eina viku undan ásettu termin fara barnakonurnar til Havnar at vera.
Allar barnakonur verða skannaðar á Suðuroyar sjúkrahúsi í viku 16. Harafturat fáa tær tilboð um skanning á Landssjúkrahúsinum í viku 18-20.
Ljósmøðurkanningar eru í viku 21, 28, 30, 33, 36, 38 og 39. Annars eftir tørvi.
Terminin verður ásett, tá barnakonan hevur verið til ultraljóðsskanning á Landssjúkrahúsinum í viku 18-20.
Í viku 21 bíleggur ljósmóðirin á Suðuroyar sjúkrahúsi íbúð í Gestalonini hjá Landssjúkrahúsinum. Tað er ljósmóðirin, ið samskiftir við Landssjúkrahúsið um gisting, kanningar o.a. í Havn.
Tað er altíð ein ljósmóðir á vakt, sum kann røkkast við at ringja til Suðuroyar sjúkrahús.
Eftir kanning
Allar føðingar í Føroyum fara fram á Landssjúkrahúsinum.
Eina viku undan termin fer barnakonan til Havnar at vera, har hon verður knýtt at føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Lyklakort til íbúðina í Gestalonini fæst í leiðbeiningini á Landssjúkrahúsinum. Eitt depositum á 300,- verður goldið fyri kortið, sum verður endurrindað, tá kortið verður latið inn aftur. Makin og eldri systkin eru vælkomin at gista saman við barnakonuni.
Hesi gjalda ávikavist 200 og 50 kr. pr. døgn aftaná, at barnakonan er innløgd á føðideildina.
Eftir føðing eru barnakonur vælkomnar á Suðuroyar Sjúkrahús at liggja í barsilssong saman við barninum. Avgerð um hetta verður tikin í samráð við føðideildina á Landssjúkrahúsinum og seingjardeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Uppfylging
Allir nýføðingar verða kannaðir fyri ávísa stoffskiftissjúku. Ein blóðroynd verður tikin 48-72 tímar eftir føðing.
Er hendan ikki tikin á Landssjúkrahúsinum, ber til at taka royndina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
6-8 vikur eftir føðing fáa allar barnakonur í Suðuroy í bjóða samrøðu við ljósmóður um føðingina.
Eftir føðing kemur heilsusystir heim at vitja.
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.