Suðuroyar Sjúkrahús

Barnakanningar og venjingar

Sí kanningar, MAP og sensory profile kanningar.

Kanna verður fyri hesi fyribrigdi:

  • Sansamotoriskar trupulleikar
  • Seinkaða kropsliga menning
  • Kropsligt órógv
  • Fínmotoriskar avbjóðingar
  • Kognitivar, talu- og innlæringstrupulleikar

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Barnið møtir til viðtalu saman við foreldrum ella avvarðandi. Fysioterapeutur og ergoterapeutur luttaka í kanningini.

Oftast verður byrja við eini samrøðu við foreldur ella avvarðandi, meðan barnið fer við einum terapeuti í venjingarhøli okkara. Foreldur ella avvarðandi undirskriva eina váttan, ið gevur terapeutunum loyvi at samla inn upplýsingar frá øðrum stovnum um neyðugt, og at foreldur loyva at geva upplýsingar víðari til viðkomandi stovnar, um hetta kann hjálpa barninum.

Undir kanning

Barn og terapeutar fara í venjingarhøli at gera venjingar.

Kanningin er í tveimum umførum:

Dagur 1 snýr seg um kropsligar kanningar. Hendan kanningin tekur umleið 60 min.

Dagur 2 snýr seg um fínmotoriskar kanningar.

Eftir kanning

Grundað á kanningarúrslitið verður ein ætlan løgd eftir tørvinum hjá barninum.

Venjingin verður tillagað barninum og fer fram í venjingarhølinum hjá Ergo- og fysioterapiini. 

Venjingarnar eru tvær ferðir um vikuna í tríggjar mánaðir.

Uppfylging

Eftir tríggjar mánaðir kemur barnið aftur til uppfylging. Tað er umráðandi at hildið verður fram við at venja heima eftir vegleiðing frá terapeutunum, Meðan steðgur er í venjingunum er.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós