10 Medisinsksongjadeild 10
Klaksvíkar Sjúkrahús

Æðraknútar

Nýmótans viðgerð av æðraknútum fer fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Viðgerð av æðraknútum er ambulant og verður gjørd í lokaldoyving gjøgnum smá hol í húðini. Æðrin sum er orsøkin til æðraknútarnar, verður hitaviðgjørd  og ultraljóðvegleidd (Radiofrekvens Ablation) í lokaldoyving.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Viðgerðin av æðraknútum tekur uml. 1 tíma, men set kortini allan dagin av. Brúsa tær um morgunin. Ikki smyrja krem á beinini. Møt upp í góðari tíð. Ver í víðum skóm og buksum, eftirsum at beinið verður viklað inn í stuðulsbandagu eftir viðgerðina. Møtið upp mett og væl sett, ikki fastandi.

Undir viðgerð

Viðgerðin tekur vanliga umleið ein tíma, men tú skalt kortini seta allan dagin av til viðgerðina. Viðgerðin verður gjørd við lokalari doyving, sum tey flestu tola væl. Tú fært eina pínustillandi tablett og evt. eisini eina sissandi tablett áðrenn viðgerðina.

Undir sjálvari viðgerðini ert tú vakin og fert at kenna smá sting, tá lokala doyvingin verður løgd. Vanliga eru ongar pentur at taka eftir tílíka viðgerð. Aftaná viðgerðina skalt tú hvíla í umleið 1/2 tíma, áðrenn tú fert heim.

Tú mást ikki koyra bil heim eftir viðgerðina orsakað av sissandi heilivágnum, sum tú hevur fingið.

Eftir viðgerð

Vit mæla til at tú brúkar ein stuðulsokk, sum tú fært heim við í eina viku eftir viðgerðina. Vanliga er sjúkramelding ikki neyðug og tú kanst røra teg vanligt beint eftir viðgerðina. Hørð fysisk venjing kann byrja aftur 3 dagar eftir viðgerðina.

Tú kanst rokna við eitt sindur av pínu, svia, hevilsi, stramningum og óbehag í nakrar vikur eftir viðgerðina. Beinið verður eitt sindur mislitt í nakrar vikur og prikini verða sjónlig í nakar mánaðir.

Onkuntíð koma bláar eymar kúlur svarandi til æðraknútarnar. Ein kann hava niðursetta kenslu í viðgjørda økinum. Alvorligar komplikatiónir, so sum blóðtøppar, eru sjáldsamar.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekka 1, 2. hædd

Leiðandi starvsfólk

Anna Maria Dahl
annam@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós