7 Barnsburð 94
Landssjúkrahúsið

B&U Somatik

Vælkomin á B&U Somatikk. Serøkið á deildini er at kanna og viðgerða børn í aldrinum 0-17 ár.

Deildin er opin alt samdøgrið alt árið  og hevur 7 seingjapláss.

Dagliga arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálparar, læknar, læknaskrivarar, reingerðarfólk og námsfrøðingur á deildini. Eisini verður arbeitt tvørfakiliga við aðrar starvsbólkar, sum bioanalytikarar og fysioterapeutar, ið javnan vitja á deildini.

Innlegging

Vinarliga boða frá í móttøkuni, tá ið tit koma á deildina.

Inni á deildini verða tit móttikin av sjúkrarøktarfrøðingi, sum vísir tykkum runt og hevur innleggingarsamrøðu. Barnið verður vigað og mátað. Yngri lækni kannar barnið, skrivar journal og sigur barnalæknanum frá.

Set dagin av, tí vit vita ikki, hvussu langa tíð tað tekur við kanningum o.ø.
Barnalækni kemur dagliga stovugongd. Skurðlæknar, eygnalækni, oyrna-nasa-háls- og tannlækni eru eisini knýttir at deildini.

Tá barnið verður innlagt er best, at mamman ella pápin verða innløgd við barninum (ella onkur annar, sum barnið kennir væl). Hetta hevur stóran týdning fyri, at barnið kann kenna seg trygt.

Ynskir tú at lesa um innleggjan av børnum á sjúkrahúsi, kunna bøkur um evnið lænast á bókasøvnum. Hesar kunnu vera ein góð hjálp hjá barninum til at ímynda sær, hvussu tað verður at koma á sjúkrahúsið. Eisini er heimasíðan www.hcand.dk ein síða, sum við teknifilmi greiðir frá ymsum kanningum, sum børn skulu til á sjúkrahúsi. 

Vit leggja stóran dent á at fáa gott samstarv við foreldur at barninum. Tit eru við at ansa barninum, og saman við tykkum gera vit tað, sum er best fyri barnið. Somuleiðis eru tit við til stovugongd og kanningar, og verða kunnaði um, hvat skal fara fram og hví.

Um dagin verður barnið knýtt at einum ávísum sjúkrarøktarfrøðingi. Eru ivamál, spyr so endiliga.

Um kvøldið og náttina eru tvey starvsfólk til arbeiðis á deildini.

Spurningar

Um tit hava spurningar í samband við at barn tykkara er ávíst, er innlagt ella hevur verið kannað á barnadeildini, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Uttan fyri telefontíðina roynið vinarliga í staðin umstillingina hjá Landssjúkrahúsinum tlf. 304500 og bið um B&U Somatik.

Praktisk viðurskifti

Máltíðir á deildini:

  • Morgunmatur kl. 08.30-10.00
  • Døgurði kl. 11.30
  • Millummáli kl. 14.00
  • Nátturði kl. 17.30
  • Drekka kl. 20.00

Umframt máltíðirnar er altíð mjólk, saft og juice í kuldasskápinum. Kaffi, te, keks, frukt og ráar gularøtur standa sum oftast frammi.

Tann, ið er innlagdur saman við barninum, fær allar máltíðir á deildini. Gerandisdagar hava onnur avvarðandi møguleika, at keypa sær døgurða, salat og annað í Kaféini í forhøllini, opið gerandisdagar frá kl. 08:00-20:00, vikuskifti og halgidagar frá kl. 14:30-20:00.

Til pinkubørnini hava vit mjólkablandingar og ymisk sløg av greyti á deildini.

Góðgæti
Tað er ikki skilagott at geva einum barni góðgæti, tí so etur tað ikki nóg mikið av heilsugóðum og styrkjandi mati. Vilja tit gleða barnið við onkrum, keypið so heldur frukt, onkra lítla leiku, eina bók ella tílíkt.

Les meiri um deildina og um praktisk viðurskifti á deildini, hvat tit skulu hava við til innlegging v.m. í faldaranum um barnadeildina.

Faldarar

Samband

Deild

B&U Somatik
J. C. Svabosgøta 41-49
Hædd 5, Bygningur B
100 Tórshavn

Vitjanartíð

kl. 15:00-16:00
kl. 19:00-20:00

Leiðandi starvsfólk

Herdis Ludvig
herlu@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós