Sjúkrarøktarfrøðingar til fast starv og farloyvisstarv
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til eitt fast starv og eitt farloyvisstarv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fasta starvið
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á seingjadeildini til setan 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er brot 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.
Farloyvisstarvið
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv í tíðarskeiðinum frá 1. februar 2025 til 31. desember 2025. Arbeiðstíðin er brot 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.
Vit vænta at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hevur lætt við at organisera og strukturera og hevur yvirlit í akuttum støðum
• hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic.
Vit bjóða
• ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur, har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.
Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 27. desember 2024.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Tú kanst lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.