17 Tænastudeild 2

Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólkum til sjúkrahúsreingerð

Á Tænastudeildini arbeiða okkara røsku starvsfelagar í reingerðini við bæði reingerð, men eisini týdningarmiklu uppgávuni, at fyribyrgja smittu. H-bygningurin er nú tikin í nýtslu, og tí hava vit brúk fyri nýggjum, og góðum starvsfeløgum, til okkara starvsfólkahóp. Setanin er í Tænastudeildini, og hon fevnir um alt Landssjúkrahúsið. Starvsbyrjan er 15. desember 2024 ella skjótast gjørligt.

Um arbeiðið

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum. Arbeitt verður eftir galdandi reglum innan  reingerð, og neyðug upplæring innan økið verður givin við starvsbyrjan. 

Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so eru vit eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Hetta er í samstarvi við Køkin, og kalla vit tað Borðreiðingartoymið. Ikki allar setanir eru í hesum toyminum.

Arbeiðstíðirnar kunna vera ymiskar, og eru tær millum kl. 7 á morgni og kl. 20 um kvøldið, bæði gerandis- og halgidagar. Arbeiðstíðin er áleið 35 tímar um vikuna. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið. 

Vit vænta, at umsøkjarar:

  • Hava góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
  • Ganga høgt upp í reinføri 
  • Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum

Dagligt samskifti er við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl. 

Tú fert at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum, har arbeitt verður við at førleikamenna okkara starvsfólkahóp.

Nærri fæst at vita  um størvini í borðreiðing og reingerð, við at venda sær til Súsannu Nolsøe Dahl, menningarsamskipara á tlf. 234660 millum kl 8-14 gerandisdagar. Tú kann eisini skriva til susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin. Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 26. desember 2024. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Vinaliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós