Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjardeildina H1 við høvðussæti í vestaru eind
Talan er um 4 størv.
Eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 við skiftandi vaktum til setan frá 01.02.25. ella eftir avtalu.
Tvey barnsburða farloyvisstørv ávíkavist á starvsbrøki 0,8 og 0,9 í skiftandi vaktum frá 01.02.25. til 31.08.26.
Eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,9 í skiftandi vaktum frá 01.02.25. til 31.08.25.
H1 er seingjardeild við tveimum eindum. H1 vestara eind tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Eindin hevur pláss fyri 16 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.
Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan hesar sergreinar:
- Infektiónsmedisin
- Nefrologi
- Gastroenterologi
- Reumatologi
- Onkologi
- Hæmatologi
- Palliatión
- Endokrinologi
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
- útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- fakligar royndir og áhuga innan sergreinarnar
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- góðan telduførleika
- vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
- undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til sjúklingar og avvarandi, starvsfelagar, lesandi og primersektorin
Vit kunnu bjóða:
- innleiðslu og upplæring
- eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- jaligt tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita hjá Guðni Remberg, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4937, gudre@ls.fo
Umsóknarfreistin er 03.01.25.kl. 24.00
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.