9 Endurvenjingfysioterapi 13
Suðuroyar Sjúkrahús

Endurvenjing eftir akslaskurðviðgerð

Kommunulæknin sendir ávísing til Ergo- og fysioterapiina, og tú verður ávíst/ur til ergoterapi.

Les faldara um endurvenjing her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Ergo- og fysioterapiin fær eina ávísing frá kommunulækna, og tú fært eina tíð til viðtalu. Vit byrja við eini sjúkrasøgu, har tú greiðir frá tíni støðu. Ergoterapeuturin tekur støði í tíni frágreiðing og teimum ergoterapeutisku kanningunum, og leggur út frá hesum eina ætlan.

Undir viðgerð

Venjingarnar fara fram í okkara venjingarhølum. Tú venur 2-3 ferðir um vikuna í tríggjar mánaðir. Her tosa vit um avmarkingar orsakað av diagnosuni, frálæra í anatomi, ergonomi og annað viðkomandi.

Eftir viðgerð

Eftir at venjingarnar eru at enda komnar, hava vit gjøgnumgingið eina endurvenjingarskrá, sum ergoterapeuturin hevur útflýggjað og gjøgnumgingið saman við tær. Hesar venjingar skulu gerast 2-3 ferðir um vikuna. Hevur tú ivamál, eftir at tú eru givin í Ergo- og fysioterapiini, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara.

Uppfylging

Tá ein mánaður er farin, vilja vit fegin frætta frá tær, og hvussu tað gongur við venjingunum. Hevur tú tørv á fleiri avbjóðingum, seta vit saman eina nýggja venjingarskrá.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós