31 Bygningar LS 1

Netumsitari til Landssjúkrahúsið

Eitt nýtt og fjølbroytt starv á KT-deildini á Landssjúkrahúsinum er tøkt. Talan er um eitt starv, har tú saman við øðrum fært ábyrgd fyri netinum á heilsunetinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu.

Toymið, ið tú verður partur av hevur til uppgávu at tryggja, at netið hjá sjúkrahúsverkinum virkar optimalt koyrir trygt. Netið hjá sjúkrahúsverkinum byggir á Cisco tøkni og kemur viðkomandi sum settur verður, at fáa holla sparring frá starvsfeløgum og veitaranum av nettøknini.
 
Uppgávurnar, ið toymið tekur sær av eru m.a.:

  • Dagføra og samskipa dagføringar av netútgerð
  • Seta upp, og skifta netútgerð,
  • Viðlíkahald av netskipanum,
  • Skjalfesting í samband við net,
  • Loysa fyrifallandi uppgávur umvegis KT-skivuna,
  • Samskifta við tænastuveitarar.
     

Persónligir eginleikar
Tað er umráðandi at tú hevur eitt positivt lyndið, og ein virkin liðleikari á KT-Deildini. Starvið krevur at tú hevur góð analytisk evni og dugur væl at feilfinna, og at tú megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir. Av tí at talan er um nógv samskifti við veitarar er umráðandi, at tú dugir at samskifta á enskum. 

Vit ímynda okkum at tú hevur eina viðkomandi útbúgving, viðkomandi certifiseringar ella starvsroyndir frá líknandi starvi. 

Um KT-Deildina á LS
KT-Deildini á Landssjúkrahúsinum er ein sera fjølbroytt deild. Netið á heilsunet er í stórstan mun á teimum triðmun sjúkrahúsunum, og á sjúklingahotekllinum í Keypmannahavn. Eisini eru fleiri smærri lokatiónir.  Á KT-Deildini raðfesta vit at starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleika at menna seg. Á deildini starvast ídag 9 starvsfólk, ið øll eru góð at stuðla hvør øðrum í arbeiðnum.

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, tlf. 234689.

Umsóknarfreistin er 13.01.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós