9 Endurvenjingfysioterapi 13
Suðuroyar Sjúkrahús

Parkinson rehabilitering

Rehabiliteringsskeið er á Suðuroyar Sjúkrahúsi tvær ferðir um árið, um várið og um heystið. Tú verður innlagdur á sjúkrahúsdeildina, og rehabiliteringsskeiðið varar í tvær vikur.

Les faldara um rehabiliteringina her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulæknin sendir eina ávísing til serlækna í neurologi. Hevur tú fingið staðfest Parkinson í fasu 2 ella 3 og ynskir at luttaka í Parkinson rehabilitering, fært tú síðan eina innkalling til forkanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tú kemur til forkanning hjá einum fysioterapeuti, ergoterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi og audiologopedi. Tú kanst rokna við at fáa rættiliga nógva kunning, og tískil er gott at hava avvarðandi við.

Til forkanningina greiðir tú frá tíni sjúkrasøgu, og hvussu tú annars ert fyri kropsliga og sálarliga. Tú verður kannað/ur av sjúkrarøktarfrøðingi, fysioterapeuti, ergoterapeuti og audiologopedi. Kanningin tekur á leið 90 min. 

Tá forkanningin er liðug, taka fakfólkini saman um, og út frá hesum gera vit av, um tú ert skikkað/ur til at luttaka í rehabiliteringini. Til tað krevst, at tú eitt nú ert sjálvhjálpin í mun til persónliga røkt.

Undir viðgerð

Eftir forkanningina leggur tvørfakliga parkinsonstoymið til rættis venjing og viðgerð, sum verður mett best fyri teg. Í tvørfakliga toyminum eru fysioterapeutur, ergoterapeutur, kostráðgevi, audiologopedur, sosialráðgevi, sálarfrøðingur, sexologur, sjúkrarøktarfrøðingur og neurosálarfrøðingur.

Viðgerðin kann t.d. vera ein samanseting av venjing, eini sálarfrøðiligari tilgongd, kosti, audiologopedi og frálæra um parkinsonsjúkuna o.a.

Rehabiliteringin byrjar mánamorgun kl 8.00. Tú gistir á songjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi við øðrum luttakarum á 2-mans stovu við wc og bað. Møguligt er at møta dagin fyri, t.v.s. sunnudag/kvøld.

Eftir at tú ert komin á sjúkrahúsið, fært tú útflýggjað eina persónliga venjingarætlan fyri alt skeiðið. Vit vænta, at tú kanst samstarva við parkinsontoymið. Tað merkir, at tú fylgir tíni venjingarætlan, og at tú ert virkin í mun til tíni planløgdu mál. Vit vænta, at tú kanst venja sjálvstøðugt eftir vegleiðing og avtalu við parkinsontoymið. Vit vænta eisini, at tú luttekur í teimum sosialu tiltøkunum.

Tá rehabiliteringsskeiðið endar, verða tínir kropsligu førleikar aftur kannaðir sum við forkanning.

Eftir viðgerð

Tá rehabiliteringin er liðug, fært tú eina endurvenjingarætlan við heim, ið vit vænta, at tú fylgir, so gott sum til ber.

Uppfylging

Tú fært eina innkalling til uppfylgjanardag eftir tríggjar mánaðir. Á degnum verður kannað eftir, um tú hevur varðveitt títt førleikastøðið frá rehabiliteringini. Tú ert vælkomin at hava avvarðandi við á degnum.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós