DC Konvertering Stórt

DC-konvertering

DC konvertering er viðgerð fyri ávís sløg av hjartarútmuórógvi (arytmi), har ein elektriskur stoytur verður givin gjøgnum hjartað, ið kann fáa hjartarútmuna í rætt lag aftur. Vanligastu orsøkirnar til viðgerð við DC konvertering eru atriuflimran- og flákran.

Atrieflimran- og flákran viðføra ofta óregluligan hjartasláttur. Forkømrini í hjartanum trekkja seg tá ikki saman sum normalt og tað kann hava við sær, at blóðrenslið broytist. Hjá summum er tá vandi fyri, at  blóðtøppar seta seg í hjartaveggin. Loysna hesir blóðtøppar, førast teir við blóðinum til onnur gøgn; eitt nú er atriuflimran ein kend orsøk til, at fólk fáa blóðtøpp í heilan. Av somu orsøk skulu øll, sum ynskja DC konvertering hava blóðtynnandi heilivág í minst tríggjar vikur frammanundan og fýra vikur aftaná elektriska stoytin fyri at fyribyrgja blóðtøppar.

Í flestum førum (umleið 90%) eydnast at venda hjartarútmuni til normala rútmu (sinusrútmu). Jú styttri tíð, tú hevur gingið við óregluligari hjartarútmu, jú betri eru útlitini fyri góðum úrsliti. Vandin fyri álvarsomum komplikatiónum er lítil, < 1%. Onkuntíð sæst roði, har elektrodurnar hava sitið, og húðin kann verða eym.

Blóðtynnandi heilivágur
Blóðtynnandi viðgerðin skal røkjast væl. Ert tú í viðgerð við Xarelto, Eliquis ella Pradaxa er tað týdningarmikið, at tú hvønn dag tekur heilivágin sum fyriskrivað. Um tú gloymir eina tablett, skalt tú boða læknaskrivara frá á tlf. 304500 lok 6088, millum kl 10:30 og 12:30, soleiðis at DC-konverteringin kann verða útsett. Ert tú í viðgerð við Marevan, skal INR (ein blóðroynd) hava ligið omanfyri í 1,9 tríggjar vikur, áðrenn tú fært elektriska stoytin. INR skal mátast hvørja viku upp til DC-konverteringina.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós