Yvirlækni í almen medisin til Klaksvíkar Sjúkrahús
Ert tú ein evnaríkur, framsøkin og tilvitaður lækni i almennum medisini? So les víðari.
Søkt verður eftir yvirlækna frá 1. september 2025, sum m.a. kann leiða og menna ein sterkan og dugnaligan starvsfólkahóp. Læknin hevur ábyrgdina av rakstrinum á medisinska økinum og kemur at arbeiða tætt saman við deildarleiðaranum í sjúkrarøkt.
Sum yvirlækni kemur tú at at fevna breitt og verða ein sjónligur lyklapersónur á sjúkrahúsinum, og í Sjúkrahúsverkinum sum heild.
Arbeiðið kemur at fevna um:
Sjúklingatrygd og góðsku í viðgerðini
· Tryggja evidensbaseraða og heildarorienteraða viðgerð
· Fokus á rætta heilivágshandfaring
· Uppfylging, góðkenning og tryggja nýtslu av kliniskum rættningslinjum
Tvørfakligt samstarv og samskifti
· Fáa í lag og halda fram við góða samstarvinum, sum er ímillum læknar, røktarstarvsfólk, fysio- og ergoterapeutar, audiologoped, neurosálarfrøðing v.m.
· Týðiligt samskifti og skjalfestan um sjúklingagongd og viðgerðarætlan
· Verða við til menning av rehabilitering
· Regluligar fundir við ovastu leiðslu og deildarleiðslu
· Debreefing av starvsfólkum saman við deildarleiðslum
Leiðsla og arbeiðsumhvørvi
· Verða sjónligur og atkomuligur sum fakligur ábyrgdari
· Stuðla undir eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum gevur trivna
· Arbeiða proaktivt, so tað ikki uppstanda konfliktir
· Geva fakliga sparring til starvsfólkini
· Vera sparringspartnari hjá ovastu leiðslu í mun til strategiina fyri Sjúkrahúsverkið
Organisering og ressoursunýtsla
· Optimering av seingjarkapasitetinum við effektivum sjúklingaflow
· Góðar innleggingar og útskrivingar
· Tætt samstarv við medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum, soleiðs at allir medisinskir sjúklingar í Føroyum fáa viðgerðartilboð á eins høgum støði, uttan mun til landafrøði
· Samstarva við primerøkið
· Fyrisitingarligar uppgávur og hjálpa við at seta forvaktir
Undirvísing og faklig menning
· Vera mentor hjá deildarleiðslu og rollumodell fyri starvsfólk á seingjardeildini
· Skipa fyri undirvísing saman við deildarleiðsluni, soleiðis at trygd fæst fyri, at starvsfólkini hava neyðugar fakligar førleikar
Góðska og innovatión
· Arbeiða við gransking, audit, góðskuindikatorum, sjúklinganøgdsemi og betranarátøkum
· Vera við í implementeringini av betranarátøkum
Stutt um sjúkrahúsið
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ein blandað medisinsk og kirurgisk seingjardeild, við 22 seingjarplássum. Tvær skurðstovur, ein ambulatoriudeild við skurð-ambulatorium, ortopædkirurgiskum ambulatorium, urologiskum ambulatorium, medisinskum ambulatorium, svøvnkøvu ambulatorium, endoskopirúmi, skaðastovu, umframt rannsóknarstovu og røntgendeild. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiða vit rehabiliterandi, tvørfakligt og tvørsektorielt.
Vilt tú vita meir um starvið?
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súsonnu Olsen, varastjóra, susanna@ks.fo, telefon 220366, ella Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, alexandra@ks.fo, telefon 288922.
Løn og umsókn
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið (FAS). Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Umsókn, saman við avriti av prógvi við CV skal sendast til umsokn@ks.fo. Umsóknarfreistin er týsdagin 20. mai 2025.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.300 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.