DC Konvertering Stórt
Landssjúkrahúsið

DC-konvertering

DC konvertering er viðgerð fyri ávís sløg av hjartarútmuórógvi (arytmi), har ein elektriskur stoytur verður givin gjøgnum hjartað, ið kann fáa hjartarútmuna í rætt lag aftur. Vanligastu orsøkirnar til viðgerð við DC konvertering eru atriuflimran- og flákran.

Atrieflimran- og flákran viðføra ofta óregluligan hjartasláttur. Forkømrini í hjartanum trekkja seg tá ikki saman sum normalt og tað kann hava við sær, at blóðrenslið broytist. Hjá summum er tá vandi fyri, at  blóðtøppar seta seg í hjartaveggin. Loysna hesir blóðtøppar, førast teir við blóðinum til onnur gøgn; eitt nú er atriuflimran ein kend orsøk til, at fólk fáa blóðtøpp í heilan. Av somu orsøk skulu øll, sum ynskja DC konvertering hava blóðtynnandi heilivág í minst tríggjar vikur frammanundan og fýra vikur aftaná elektriska stoytin fyri at fyribyrgja blóðtøppar.

Í flestum førum (umleið 90%) eydnast at venda hjartarútmuni til normala rútmu (sinusrútmu). Jú styttri tíð, tú hevur gingið við óregluligari hjartarútmu, jú betri eru útlitini fyri góðum úrsliti. Vandin fyri álvarsomum komplikatiónum er lítil, < 1%. Onkuntíð sæst roði, har elektrodurnar hava sitið, og húðin kann verða eym.

Blóðtynnandi heilivágur
Blóðtynnandi viðgerðin skal røkjast væl. Ert tú í viðgerð við Xarelto, Eliquis ella Pradaxa er tað týdningarmikið, at tú hvønn dag tekur heilivágin sum fyriskrivað. Um tú gloymir eina tablett, skalt tú boða læknaskrivara frá á tlf. 304500 lok 6088, millum kl 10:30 og 12:30, soleiðis at DC-konverteringin kann verða útsett. Ert tú í viðgerð við Marevan, skal INR (ein blóðroynd) hava ligið omanfyri í 1,9 tríggjar vikur, áðrenn tú fært elektriska stoytin. INR skal mátast hvørja viku upp til DC-konverteringina.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tú skalt fasta 6 tímar áðrenn viðgerðina. Um morgunin skalt tú einans taka blóðtynnandi heilivágin sum vant.

Undir viðgerð

DC-konverteringin fer fram á medisinsku seingjardeildini undir lættari narkosu. Til staðar verða narkosulækni, lækni frá medisinsku deild og sjúkrarøktarfrøðingur. Tú fært ásett tól, ið avlesur hjartarútmuna og tvær elektrodur (pads) verða festar á bringuna. Eisini fært tú eina venflon (lítið plastikrør) í eina æðr á handarbakinum til doyvandi heilivágin. Viðgerðin tekur stutta tíð, og tú ert longu vakin fáar minuttir seinni.

Eftir viðgerð

Eftir viðgerðina verður tú á deildini í nakrar tímar til eftirlit, áðrenn tú fert heim. Tú kanst eta og drekka, tá tú vaknar. Tú mást ikki koyra bil sama dag sum DC-konverteringin verður framd.

Uppfylging

Víðari ætlan verður løgd, og tú verður innkallað/ur til viðtalu í Eindini fyri Atriuflimran. Um tú aftur fært atriuflimran- ella flákran eftir heimkomu, skalt tú seta teg í samband við lækna fyri EKG og støðutakan til víðari ætlan. Hetta kann ofta bíða til dagin eftir, men um tú tá ert illa fyri, mást tú um neyðugt tosa við vaktlækna.

Samband

Deild

Medisinska seingjadeildin H1
J. C. Svabosgøta, 41-49
Bygningur H, hædd 1

Vitjanartíð

Kl. 15:00-16:00 og 19:00-20:00

Leiðandi starvsfólk

Guðni Remberg , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Jóhanna Andreasen , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Katrin á Lakjuni , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Elisabeth M. Hjaltalin , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós