Høvuðsinngongdin stongd 28. til 31. mars vegna umbygging
Høvuðsinngongdin til Landssjúkrahúsið verður skift út og er tí stongd frá fríggjadegnum 28. mars kl. 16 til og við mánadagin 31/3.
Soleiðis kemur tú inn á Landssjúkrahúsið 28/3-31/3:
Fólk til gongu:
Fólk til gongu brúka hurðina, sum er til vinstru fyri høvuðsinngongdina, tætt við roykiboksina. Innkomin er ein trappa og tí er hendan inngongdina bert til fólk, sum fáa gingið niðan trappur.
Koyristólar, dialysukoyring og onnur:
Inngongd við Kapellið
Niðanfyri Landssjúkrahúsið (eystanfyri) er inngongd til kapellið. Inngongdin er væl egnað til fólk í koyristóli, dialysukoyring og onnur illa gongd fólk.
Um jarðarferð er, verða koyristólar og dialysukoyring beind gjøgnum Bráðmóttøkuna til vinstru fyri høvuðsinngongdina.
Vaktir leiðbeina fólk á rætt stað
Meðan arbeiðið er í gongd eru vaktir á økinum, sum leiðbeina fólk til røttu inngongdina, um ivamál eru.
Vakttelefon
Meðan høvuðsinngongdin er stongd, ber til at ringja til døgnvaktina á tlf. 78 37 61
