Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv í Børn & Ung Psykiatri, Familjudepilin
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv í Børn & Ung psykiatri til setan 01.01.2025 til 30.06. 2026. Talan er um starv á brøki 0,80 í ambulatoriinum.
Um Børn & Ung psykiatri
Barna- & ungdómspsykiatriin arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra eindir - børn, ung, viðgerðareind og dageind. 26 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini. Vit leggja dent á at veita góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Starvið, sum talan er um, er knýtt at ambulantu toymunum. Starvið hoyrir upprunaliga til eindina fyri tey ungu, har ung frá 12-17 ár verða útgreinað, men við møguleika fyri broytingum um tørvur verður á at fremja broytingar í staðseting av eindini. Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum at luttaka í útgreiningum av uppgávum, uppfylging av m.a. medisinskari viðgerð umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børn og ung er ein fyrimunur
Vit ynskja umsøkjara:
- Við hegni at arbeiða sjálvstøðugt, og at samstarva tvørfakligt
- Við góðum skipanarevnum, góðum yvirliti, og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Við førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga, til einstaklingar og bólkar
- Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
- Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Við smidleika og arbeiðssemi
- Við evnum og áhuga fyri at reflektera yvir egið virksemið og ávirkan og finna loysnir í einum umhvørvi, sum er undir staðiligara menning.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðsøki í støðugari menning
- Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
- Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, sálarfrøðingur og funktiónsleiðari camhe@ls.fo ella til Nina Staal, serlækni í barna- og ungdómspsykiatri og funktiónsleiðari ninst@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.
Umsóknarfreistin er 12.12.2024.
Vinarliga søk starvið her.
Væntandi verða setanarsamrøður hildnar í viku 51.
Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.