24 Læknaskrivarar 4

Starvslýsing eftir Dygdarmennara í farloyvisstarv

Ert tú ein kveikjandi persónur, ið brennur fyri dygdar- og betranararbeiði og sjúklingatrygd innan heilsuøkið, er hetta júst starvið fyri teg. 

Søkt verður eftir einum dygdammenari í tíðaravmarkað starv, vegna barnsburðarfarloyvi í fulla tíð, frá 1.mars 2025 og fram til 1. mars 2026

Søkt verður eftir einum dygdarmennari og hevur royndir við betranararbeiðið.

Dygdarmennarin skal saman við Bygd og Betranartoyminum, menna dygdararbeiðið í sjúkrahúsverkinum. Sum dygdarmennari skalt tú luttaka í og stuðla upp undir verkseting, rótfesti og útbreiðslu av dygdarátøkum, Strategimálum og átukum, ið verða sett í verk á teimum ymisku deildum, sjúkráhúsum.

Viðkomandi skal eisini tryggja samanhang í dygdararbeiðinum og støðugt virka fyri eini lærandi organisatión. Sjúklingatrygd er ein sjálvsagdur táttur í dygdararbeiðinum og hongur neyvt saman við ymsu dygdarátøkunum. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • At arbeiða skipað við menningarmentan á øllum stigum
    • herundir fasilitera, skipa og fasthalda prosessir saman við øllum starvsfólkum og leiðarum í sjúkrahúsverkinum.
  • At arbeiða skipað við menningarmentan í øllum sjúkrahúsverkinum í samstarvi við allar leiðslurnar - á øllum leiðslustigum
  • At útbúgva, stuðla og hjálpa leiðarum og starvsfólkum at halda menningarfundir og fremja skipaðar betranir og loysnir   
  • At menna starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum at atbeiða við ótilætlararhendingum (ÓTH) og hvussu betranararbeiðiháttarlagi, kann nýtast til læring.
  • At arbeiða skipa, miðvíst við sjúklingatrygd og sniðgeva haldbara loysnir, ið gagnar sjúklinginum og Sjúkrahúsverkið  
  • At ganga á odda fyri at røkka visiónini um eitt sameint sjúkrahúsverk, ið setir sjúklingatrygd í hásæti
  • At virka fyri menning av einari mentan, sum byggir á dygd og sjúklingatrygd
  • At stuðla undir verkseting av kliniskum leiðreglum á deildunum og fyri alt sjúkrahúsverkið
  • Í samráð við deplarnar at verkseta og gera dygdarátøk og yvirvaking av dygdini møgulig
  • At arbeiða við uppfylging av dygdarúrslitum og at tillaga praksis
  • At skipa og hava ábyrgd av nýggju skipanin í Sjúkrahúsverkinum "MymedCards", ið er ein skipan til kliniskar vegleiðingar

Dentur verður lagdur á:

  • At tú hevur heilsufakliga bakgrund
  • At tú hevur eina viðkomandi master útbúgving
  • At tú hevur royndir við at arbeiða og menna ÓTH í einum skipanin og í einum heilsuverkið.
  • At tú arbeiðir á ein skipaðan og analýtiskan hátt, ið tekur støði í betranarháttarlagi
  • At tú hevur royndir at arbeiða og sniðgeva haldabaraloysnir í einum stórari organisatión
  • At tú hevur royndir og førleikar at menna hvussu kliniskarleiðureglur, skulu stuðla best í einum heilsuverkið.

Persónligir eginleikar:

  • Tú hevur eitt kveikjandi lyndi og dugir væl at skapa relatiónir
  • Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og vil virka fyri góðum tvørfakligum samstarvi
  • Tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymum
  • Tú tolir broytingar í starvsøki og arbeiðsuppgávum
  • Tú hevur áhuga og hegni til at undirvísa og miðla vitan

Vit bjóða:

  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Upplæring og felags innleiðslu
  • Eitt áhugavert og spennandi arbeiðsøki
  • Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marinu Moraitis, Deildaleiðari fyri Dygd og Betranaeindina á telduposti: marmr@ls.fo og á +298 234691

Umsóknarfreistin er: 13 desembur 2024

Vinarliga søk starvið her. 

Upprunaprógv fyri útbúgving.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós