27 Skaðastova 3

Sjúkrarøktarfrøðingar til G4/H2

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til skurðseingjadeildina G4/H2. 

Talan er um:

  • Eitt fast starv til setan 01.11.2024  á starvsbørki 0,9 í skiftandi vaktum.
  • Eitt farloyvisstørv til setan 01.11.2024 til 30.09.2025 á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum.

Deildin er ein skurð seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkur. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 33 sjúklingum, við 23 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.

Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.

Dentur verður lagdur á

  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Fakligan áhuga og royndir innan skurð sjúkrarøkt
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • Góðan telduførleika

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring á deildini
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Birgit Helenu Mohr, deildarleiðara, tlf. 228657, ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 ella t-post elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 08.10.2024.

Vinarliga søk starvið her.

 

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós