Ls Hoevuðsskelti 1

KT-fólk til 2nd level support

KT-deildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir KT-fólki til rakstur og at verða partur av "2nd level support". Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Toymið, ið tú verður partur av hevur til uppgávu at tryggja, at vanligu infrastruktur-skipanirnar hjá sjúkrahúsverkinum virka optimalt og altíð eru tøkar. Harafturat koma tær ymisku heilsuskipanirnar, ið KT-Deildin varar av, so sum Cosmic, ið verður brúkt á øllum Heilsuverkinum, eldraøkinum, Gigni og kommunulæknunum, umframt aðrar heilsuskipanir, ið verða brúktar av ávísum deildum. 

Uppgávur, ið 2nd level tekur sær av eru m.a.

  • Umsiting av THS í Heilsuverkinum,
  • Hava um hendi tekniskar uppsetingar, dagføringar og viðlíkahald av integratión millum THS og aðrar heilsuskipanir,
  • Vera bindlið millum m.a. THS og veitarar,
  • Reka og feilmelda innan- og uttanhýsis skipanir,
  • Skjalafesting av skipanum og framleiðing av mannagongdum til KT-skivuna,
  • Loysa fyrifallandi uppgávur umvegis KT-skivuna,
  • Stuðla "1st level", m.a. at hjálpa til í KT-skivuni,
  • Samskifta við tænastuveitarar.

Persónligir eginleikar

Starvið setir høg krøv til tín sum persón, har tú skalt megna at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Tað er umráðandi at tú ert positivur, og ein virkin liðleikari á KT-Deildini. Tað er umráðandi er at tú ert nærlagdur, hevur góð analytisk evni og dugur væl at feilfinna. Av tí at talan er um nógv samskifti við veitarar er umráðandi at tú dugur at samskifta á enskum. 

Vit ímynda okkum at tú hevur eina viðkomandi útbúgving, relevantar certifiseringar ella drúgvar starvsroyndir frá líknandi starvi. Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir við heilsufakskipanum so sum Cosmic og eisini um tú hevur royndir við SQL. 

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, tlf. 234689.

Umsóknarfreistin er 03.12.2024

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós